Neistin ætlar at gera alt fyri at vinna

Hondbóltur: ?Vit fara at gera alt fyri at vinna á Kyndil, sigur Inga Danberg, topskjútti og liðførari hjá Neistanum

Spælararnir, sum manna kvinnuliðið hjá Neistanum, kenna alt til avgerandi dystir, og eingin hevur sum tær, dugað at fingið sum mest burtur úr tættum og hørðum dystum, og tað siga hagtølini eisini greitt.

Seinastu fýra árini hevur Kyndil vunnið FM-heitið hjá kvinnum, og hóast liðið hevur mist onkrar spælarar til kappingina í ár, hava tær vunnið allar dystirnar higartil og eru fremst í deildini.

Í kvøld sleppur bláa meistaraliðið fyri fyrstu ferð í ár at royna seg móti grannunum í Kyndli, sum eru betri fyri enn í nógv ár. Og tað er ein uppgáva, sum Neistaspælararnir taka í fullum álvara.

? Vit fara ongantíð á vøllin og siga, at hetta er bara ein dystur vit skulu hava lidnan. Tað ber ikki til, um tú skalt verða við í toppinum. Og tá vit nú skulu spæla móti Kyndli, ætla vit at gera júst tað, sum vit altíð gera: geva okkum fult út fyri at vinna, sigur Inga Danberg, toppskjútti og liðførari á Neistaliðnum.

? Kyndil hevur eitt gott lið, og har eru nógvir góðir spælarar, og eg ivist ikki í, at tær fara at vera við í toppinum, men í kvøld ætla vit at gera alt fyri at vinna á teimum.


Trý lið helst kappast um gullið

Kyndil gjørdi ein vørr í landskappingini í fjør, men óstøðugu avrikini hjá liðnum gjørdu, at tær ikki bara mistu møguleikan fyri gulli, tær mistu eisini silvurmerkini til StÍF.

? Nú er tað so tíðliga í kappingini enn, og tí er ilt at meta um hvør fer at verða í toppinum, tá kappingin er av, men fari eg ikki heilt skeiv, vildi eg mett, at Neistin, Kyndil og StÍF fara at kappast um gullið í ár.

? Niðaru liðini gerast uttan iva betur sum kappingini líður, og tí kunnu tey eisini fara at gera um seg. Vit eru so tíðliga í kappingini, og tí letur tað seg væl gera, at okkurt av teimum liðunum tekur seg upp eftir stigatalvuni, heldur Inga Danberg.

Men í løtuni er kappingin býtt upp í tvey. Í botninum liggja Stjørnan, VB og GÍ við tveimum stigum, og í hinum endanum liggja Neistin og StíF við átta stigum og Kyndil við seks stigum.

Og í kvøld skal Neistin royna at fáa fyrimunin fram um bæði StÍF og Kyndil. Og tað kunnu tær bara gera við at vinna dystin móti Kyndli í kvøld.

Ger tær tað, eru tær tvey stig frammanfyri StÍF og fýra frammanfyri Kyndil. Vinnur Kyndil, liggja øll trý liðini jøvn við átta stigum.