Næstbesta liðið hjá H71 var bara við lítla løtu í fyrra hálvleiki, og so rann Neistin avstað og vann steypafinaluna trygt 30-27 eftir hálvleiksstøðuna 15-10. Leiðslan áljóðandi fimm mál helt sær allan seinna hálvleik, og hóast H71 pyntaði um ímóti dystarenda, var sigurin hjá Neistanum ongantíð í vanda og fjórða árið á rað standa teir sum sigursharrar í steypakappingini.
Gongdin í dystinum kann síggjast umvegis beinleiðis frásøgnina, sum vit høvdu frá dystinum, niðanfyri:
5min.: 3-3. H71 legði bragdligari fyri og var á odda 2-0 áðrenn Neistamenn vistu av. Teir bláu vaknaðu tó skjótt og javnaðu til 2-2, áðrenn tað nú leikar sera javnt á og er javnleikur 3-3.
10min.: 6-4 til Neistan. Enn skiftast liðini um at fáa mál, men Neistin hevur yvirtakið í løtuni. Tað eru serliga skjúttarnir hjá liðunum báðum, Heini Hanusarson og Finnur Hansson fyri Neistan og Halgir Dahl Olesen og Esbern Patursson fyri H71, sum gera vart við seg.
15min.: 9-8 til Neistan. Hanus Kristiansen í H71-málinum hevur staðið fyri tveimum umráðandi bjargingum og hevði eina løtu lovað liðmonnum sínum innaftur í dystin, men heldur enn at javna var tað Neistin, sum nú aftur dróg frá. Munurin er tó framvegis lítil og eingin.
20min.: 14-9 til Neistan. Halgir Dahl Olesen verður nú mansvardur, H71 spælir illa í álopspartinum og er farið at misnýta stórar málmøguleikar. Neistin skorar hvørjaferð og hevur nú vunnið sær trygga leiðslu.
H71 hevur skift málmann. Inn er komin Tóraldur Kollsker fyri Hanus Kristiansen. Hallur Biskopstø hjá hoyvíkingum fær í løtuni viðgerð fyri ein smeit á høgra fótliði.
25min.: 16-11 til Neistan. Verjan hjá Neistanum hevur gott tamarhald á hoyvíkingum og halda einari tryggari leiðslu.
Hálvleikur: Ein útvísing til Halgir Dahl Olesen setti fyribils steðg í álopsspælið hjá hoyvíkingum, men Neistin tók ikki av og fingu sjálvir eina útvísing stutt aftaná. Ein góður møguleikin hjá Neistanum at renna fullkomiliga undan H71 glapp og leiðslan eitur nú framvegis fimm mál. Neistin er farin til hálvleiks við 18-13-leiðslu.
35min.: 21-16 til Neistan. Jákup Hentze Apol er komin á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki og hevur hann við tveimum málum syrgt fyri, at Neistin framvegis heldur tryggari leiðslu.
40min.: 22-17 til Neistan. Enn heldur Neistin fast við fimm máls leiðsluni, sum teir hava havt líka síðani hálvleikin. Tummas Pauli Hanusarson, sum hevur skotið tvey mál fyri Neistan, er vorðin skaddur og hevur fingið høgra tummil innbundnan.
45min.: 24-19 til Neistan. H71 kom betur inn í dystin og hevði møguleikan at minka niður í tvey mál fyri fyrstu ferð síðani hálvleik. Innskifti Mikkjal Hansen hevur tó staðið sera væl í málinum hjá Neistanum og er ein av orsøkunum til, at Neistin nú aftur er á odda við fimm málum.
50min.: 27-22 til Neistan. Leiðslan er framvegis fimm mál, og nú tað styttist við tíð hjá H71, er meiri og meiri líkt til, at teir ikki megna at steðga Neistanum.
55min.: 29-23 til Neistan. H71 tykist ikki at finna svarini til at geva longu og málgevandi álopunum hjá Neistanum mótsvar. Neistin er nú bara fimm minuttir frá at vinna steypakappingina fjórða árið á rað.
Liðugt: 30-27 til Neistan. H71 pyntaði um støðuna ímóti dystarenda, men sigurin hjá Neistanum var ongantíð í vanda og umvegis 30-27-sigur kunnu teir nú kalla seg steypavinnara fjórða árið á rað.
Hjá H71 varð Halgir Dahl Olesen kosin dagsins leikari, meðan Finnur Hansson gjørdist dagsins leikari hjá steypavinnarunum.