Neistin-VÍF 23-22 (12-12)
Hóast lagnudystur kanska er eitt í so sterkt orð, so var eingin í iva um, at dysturin móti VÍF leygardagin hevði stóran týdning fyri Neistan.
Eftir tapið í steypafinaluni móti Kyndli, hevur Neistin nú bert FM-heitið at hugsa um, og ein sigur móti VÍF vildi viðføra, at toppurin gjørdist púrasta javnur.
Eitt tap vildi hinvegin sett teir nógv aftur í gulldystinum, eins og hetta vildi givið VÍF eitt glopp á tvey stig niður til strandingar.
Sostatt var av sonnum lagt upp til ein spennandi dyst, og hóast onkur helt, at ein slíkur dystur átti at verið leiktur sunnudag, so vóru heilt nógvir áskoðarar, sum høvdu funnið sær leiðina niðan í Ítróttarhøllina,, tá dysturin varð settur í gongd.
VÍF byrjaði betri
Í nógvum av undanfarnu dystunum, hevur Neistin byrjað sum eitt óløgi, og harvið skapt sær eina hampuliga leiðslu tíðliga í dystinum. Hesu ferð gekk tað tó júst øvugt, tí leygardagin vóru vestmenningarnir nógv fyrir úr startblokkunum enn heimaliðið.
Ingi og Sámal gjørdu snøgt sagt sum teimum lysti, og tá fyrri hávleikur var gott og væl hálvrunnin, sá ikki mætari út enn at VÍF ætlaði at trumla alla mótstøðu til viks.
Venjarin hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, valdi ikki at mansverja bæði Heina Joensen og Áka Olsen, men royndi í staðin við skiftandi mansverju, har eittarin í verjuni reikaði heilt úti hjá øðrum teirra.
Neistin kom tó so líðandi inn aftur í dystin. Sámal varð tikin úr spælinum, og hóast ingi framhaldandi royndi at gera um seg, so tók mansverjan nógv av broddinum úr vestmannaálopunum.
Seinastu 10 minuttirnar av hálvleikinum, tók Neistin so rættuliga dik á seg, og í seinasta minuttinum kundi Áki Olsen skjóta heimaliðið upp á javnleik fyri fyrstu ferð í dystinum.
At VÍF leikararnir ikki megnaðu at halda fast um leiðsluna teir høvdu, munnu teir helst iðra seg um í dag. Vóru teir eitt sindur hepnari og meira avgjørdir, áttu teir uttan iva at kunna gjørt av við neistaliðið í fyrra hálvleiki. Ístaðin framdu teir ta deyðssynd, at teir rættu mótstøðumonnunum lítla fingurin, og so tók Neistin av.
Gekk javnt á
Allan seinna hálvleik leikaði sera javnt á millum liðini bæði. Neistin hevði fyrsta partin av hálvleikinum hug at hava leiðsluna, men hvørja ferð teir sníktu seg fram um, megnaðu vestmenningarnir at svara aftur, og munurin gjørdist ongantíð meira enn tað eina málið.
Miðskeiðis í hálvleikinum megnaðu vestmenningar brádliga at leggja seg fram um, men framhaldandi varð munurin hildin niðri á einum máli. Eftir at vestmenningar so í eina tíð royndu at slíta seg leysar, eydnaðist tað enn einaferð heimaliðnum at koma fram um, og nú riggaði brádliga eitt sindur betri.
Seinastu minuttirnar gjørdi Páll brádliga av, at bæði Sámal og Ingi skuldu mansverjast, og hetta tíðarbili eydnaðist tað neistanum at leggja seg tvey mál fram um, og bert ein knappur minuttur var eftir at leika.
VÍF leikararnir góvust tó kortini ikki á hondum. Teir skundaðu sær niðan móti neistamálinum, og megnaðu eisini at skorað tað, sum skuldi vísa seg at gerast seinasta málið í dystinum.
Heimaliðið var tó nær við at missa sigurin á gólvið, tí í seinasta álopinum, har teir bert skuldu fáa seinastu 30 sekundini at ganga, megnaðu teir onkursvegna at missa bóltin burtur, og so kundu vestmenningarnir fara í eina seinastu álopsroynd. Henda endaði við, at Harald Bjørgvin royndi seg frá veinginum, men royndin miseydnaðist.
Fleiri av vestmenningunum vildu hava dómararnar at bríksla fyri brotskasti, men floytan tagdi, og neistaleikararnir kundu fegnast um tvey týdningarmikil stig. Nú skal eg ikki taka dagar ímillum, um seinasta royndin átti at givið brotskast, men eftir mínum tykki hevði møguleikin fyri hesum verið nógv størri, um Harald ikki gjørdi so nógv av, tá hann lat seg detta. Royndin eftir brotskastinum var somikið týðulig, at dómararnir í veruleikanum ikki høvdu annað val enn at tiga.
Ikki bert Áki og Heini
Einki er at taka seg aftur í, at teir báðir stórskjúttarnir, Heini og Áki, eiga stóran lut í, at kappingarárið higartil hevur hylnast somikið væl hjá Neistanum.
Eftir steypaósigurin móti Kyndli seinasta vikuskifti vóru tað helst eisini fleiri, sum vildu vera við, at liðið uttan teir báðar ikki formáddi sær nakað sum helst. Hetta var helst eisini rætt í finaludystinum, men leygardagin var sjón fyri søgn, so galið er tað kortini ikki.
Ein leikari, sum rættuliga gjørdi um seg leygardagin, var Áki Mørk, sum er ein teirra, sum hevur verið í Neistanum øll hondbóltsárini. At hondbóltsevnini eru góð, er lítið at ivast í, men oftani hevur úrtøkan verið heldur soltin kortini. Leygardagin hevði hann tó ein av sínum heilt góðu døgum, og fleiri av málum hansara komu í sera týdningarmiklum løtum.
Eisini átti málverjin, Petur Magnusson, stóran heiður fyri sigurin leygardagin. Tað var annars Bogi Henriksen, sum byrjaði í neistamálinum, men tíðliga í dystinum varð hann skotin í andlitið, og so kom Petur á vøllin. Beinan vegin framdi hann fleiri bjargingar, og tað sum eftir var dystinum, syrgdi hann alla tíðina fyri, at VÍF ongantíð skuldi sleppa frá heimaliðnum.
VÍF hevur nú tapt tveir dystir í endaspælinum, men framhaldandi eru teir tó á odda, takkað verið góða málmuninum.
Teir hava tó leikt ein dyst meira enn bæði Neistin og StÍF, sum bresta saman inni á Skála komandi sunnudag. Higartil hevur Neistin fingið fulla úrtøku í endaspælinum, og megna teir at vinna sær bæði stigini komandi sunnudag fer tað at síggja heilt gott út hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum, sum rættuliga er farið at gullmerki fyri fyrstu ferð síðani 1978.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen 7 (3), Áki Mørk 5, Áki Olsen 4, Kári Mortesen 2, Karl O. Rasmussen 2, Finnur Hansson 2, Ræni Slættanes 1
VÍF: Ingi Olsen 7, Sámal Joensen 5, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2, Johnny Joensen 2, Martin Hummeland 2, Ragnar Zachariasen 1, Petur Fr. Joensen 1
Brotskøst:
Neistin 4
Útvísingar:
Neistin 1, VÍF 5
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen