Neistin fer neyvan til ítróttardómstólin

– Vit hava lítlan hug at fara víðari til ítróttardómstólin, sigur formaðurin í Neistanum, Kjartan Thomasen, um kærumálið viðvíkjandi dystinum millum Neistan og VÍF fyri einum mánaði síðani, sum VÍF kærdi. Dysturin verður tí helst spældur umaftur.

Tá Neistin og VÍF møttust í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin 18. januar í ár, vann Neistin 38-37. Men tað, sum mest hevur verið at hoyrt um síðani, er hálvleiksstøðan, sum á pappírinum var 21-16 til Neistan – men í eina løtu á máltalvuni var 21-17.

Eftir dystin kærdi VÍF um, at dómararnir høvdu ógildað seinasta málið í fyrra hálvleiki, sum Sámal Joensen skjeyt beint fyri hálvleik við beinleiðis tríggjarmeturkasti, tá klokkan vísti 29:59. Víst var á, at kolldømda málið fekk avgerandi týdning fyri dystin, sum Neistin jú vann við júst einum máli.

Millum annað hevur VÍF ført fram, at tríggjarmeturkastið átti at verið tikið umaftur, tí tað ikki var tikið, tá dómaraborðið floytaði fyrra hálvleik av. – Siðvenja er, at dómararnir lata tíðina fara, áðrenn fríkastið verður tikið, og hereftir hevur spælarin trý sekund til at avgreiða fríkastið, hevur VÍF sagt.

 

VÍF fekk viðhald

Í úrskurði tann 1. februar gav kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum VÍF viðhald og segði, at dysturin skuldi spælast av nýggjum. Nú lá bólturin hjá Neistanum, sum í roynd og veru einki hevði við málið at gera, og Neistin kærdi úrskurðin til dómsnevndina hjá Hondbóltssambandinum.

Felagið vildi hava kæruna frá VÍF afturvísta og vísti millum annað á, at mótmælið frá vestmenningum undir sjálvum dystinum ikki var noterað á dómaraseðilin, og at felagið tí metti seg at hava spælt víðari í dystinum undir skeivum fortreytum.

Fríggjadagin 20. februar kom so úrskurðurin frá dómsnevndini, sum í fleiri førum gevur Neistanum viðhald, men í sjálvari avgerð síni staðfestir avgerðina hjá kappingarnevndini, at dysturin skal spælast umaftur. Samstundis verður álagt pørtunum í felag at finna nýggjan dystardag, sum í síðsta lagi má vera 28. mars.

Enn eina ferð liggur bólturin sostatt hjá Neistanum, sum annaðhvørt kann góðtaka, at dysturin verður spældur umaftur, ella kæra avgerðina hjá dómsnevndini til Ítróttardómstólin hjá ÍSF. Verður kært, skal tað gerast áðrenn mánadagin 2. februar klokkan 13, men lítið bendir tó á, at Neistin fer víðari við málinum.

 

Neyvan til dómstólin

– Vit hava viðgjørt málið í nevndini, men hava lítlan hug at fara víðari til ítróttardómstólin. Tað er strævið at fáast við sovorðið, sum bæði krevur tíð og orku, sigur formaðurin í Neistanum, Kjartan Thomasen, sum eftir mong ár í ítróttararbeiði framvegis heldur lítið um, at dystir verða avgjørdir á skrivaraborðinum, heldur enn á vøllinum.

– Eg haldi ikki, at tað er rætt at geva VÍF viðhald í kæruni, men um tað ikki fær verið øðrvísi, so mugu vit heldur spæla handa dystin ímóti vestmenningum umaftur. Eg dugi væl at skilja, at teir kenna seg snýttar fyri hetta fríkastið, men samstundis dugi eg illa at síggja, hví vit sum triðipartur í málinum skulu missa tvey vunnin stig og spæla nýggjan dyst.

Kjartan Thomasen sigur, at enn hevur nevndin í Neistanum tó ikki tikið endaliga avgerð um ikki at fara til ítróttardómstólin. – Fáa vit okkurt ítøkiligt fordømi, sum líkist hesum málinum, fara vit kanska víðari, tí vit hava jú ikki freist fyrr enn mánadagin, sigur hann.

So kann leggjast aftrat, at áðrenn mánadagin kemur sunnudagurin, tá ein av dystunum í Atlantic Airways-kappingini verður spældur í Vestmanna – millum VÍF og Neistan…