Neistin festi ikki í StÍF fjúsið

Í einum tøttum og til tíðir rótutum dysti, megnaði StÍF at koppa oddaliðnum, áðrenn teir lupu ov langt frá hinum liðunum í Atlantic Airways kappingini

StÍF løgdu út í kvøld við einum uppleggi, ið var greitt at síggja. At fáa verjuna at standa stinna og síðani dúva uppá møguleikar hinvegin. Og ikki kann sigast annað enn at tað virkaði til fulnar, tí við einum sera góðum og vælskipaðum verjuspæli og ikki minni væl uppløgdum málverja í Marian Cirloganescu, megnaðu strandingar at verja borg og senda havnamenn heim aftur við 21-26 tapi. Hálvleikstøðan var 15-12 til heimaliðið.


Marian í serflokki

Dysturin gekk javnt fyri seg frá byrjan til enda, og var tað ikki fyri framúr vælspælandi málverjan hjá strandingum, høvdu Neistamenn kanska komið enn nærri. Hetta, umframt at rutineraði Ingi Olsen fekk ein smáskaða og noyddist út, tíðliga í øðrum hálvleiki, var við til at avgera dystin til fyrimun fyri StÍF.



Fakta:

StÍF-Neistin 26-21 (15-12)

Málskjúttar:

StÍF: David Edvardsen 5 (3), Sveinur Justinussen 4, Borgar Danielsen 3, Danni Syhler 3, Jón Rasmussen 3, Rúni Niclasen 3, Leivur Justinussen 2, Bárður Danielsen 2, André Danielsen 1.

Neistin: Roar Dalsgarð 9 (4), Karl H. Olsen 4, Blagoje Buha 3, Jugoslav Djumic 3, Ingi Olsen 2.

Brotskøst: StÍF 4, Neistin 4

Útvísingar: StÍF 3, Neistin 5

Dómarar: Sámal Paulason &Kári Hansen