Neistin og VB hava verið tey bæði liðini, sum hava roynt at hingið í oddaliðnm, Stjørnuni. Ein part av kappingarárinum lá Neistin eisini frammanfyri Stjørnuna, men tá Stjørnan fekk gongd á sítt spæl, megnaði hvørki Neistin ella VB at fylgja við.
Neistin hevur tó havt eitt væl betri kappingarár enn VB í landskappingini. Neistin legði seg fram um VB frá fyrsta umfarið av, og síðani hava tær bert økt um munin niður til vágskvinnur. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist tó greitt, at Neistin fór at enda á øðrum plássi, og at VB fór a enda á triðja plássið, og tí var longu tá greitt, at hesi bæði liðini fóru at møtast í hálvfinaluni.
VB verið tætt við í endaspælinum
Eingin ivi skal vera um, at Neistin hevur havt eitt sera gott tak á VB í ár. Neistin hevur vunnið allar innanhýsis dystirnar ímóti vágskvinnum, og serliga í grundspælinum var munurin stórur. Í fyrra dystinum í grundspælinum vann Neistin ein sannførandi 9 mála sigur í Havn. Í seinna dystinum í Vági mundu tey flestu vænta ein javnari dyst, men enn einaferð bleiv VB sett so dyggiliga uppá pláss av Neistanum. Neistin vann nevniliga henda dystin við heili 13 málum.
Var munurin stórur í grundspælinum, so var gongdin nógv javnari í endaspælinum.Fyri góðum mánaði síðani var fyrri dysturin í endaspælinum í Havn, og her vann Neistin við trimum málum. Seinni dysturin í endaspælinum bleiv enn meiri spennandi. Her var VB á odda leingi, men at enda vann Neistin við einum máli.
Neistin má taka til takkar við at vera favorittur ímóti VB, men úrslitini hjá VB eru blivin betri og betri ímóti Neistanum, so kanska hetta verður dysturin, har VB endiliga fær ei sigur ímóti Neistanum í hesum kappingarárinum.