Ein dystur verður í Atlantic Airways deildini í kvøld, tá Neistin og KÍF spæla í høllini á Hálsi. Dysturin byrjar klokkan 18.30.
Neistin megnaði at leypa hvøkk á H71 í Høllin á Hálsi fyri kortum. Spurningurin er nú um teir eisini megna tað móti oddaliðnum í deildini. KÍF liggur fremst við 15 stigum, meðan Neistin seks stig á sætta plássi.
Atlantic Airways deildin:
Neistin KÍF 18.30
Støðan:
1. KÍF 15(Stig)
2. VÍF 14
3. H71 12
4. StÍF 9
5. Kyndil 8
6. Neistin 6
7. Team Klaksvík 0