Neistin liggur væl á kósini

Neistin tykist vera á veg ímóti FM heitinum í manshondbólti. Fyrsta finalan hevur í kvøld verið í ítróttarhøllini á Hálsi, og Neistin vann 30-25. Leygardagin verður onnur finalan, og tá hevur Neistin møguleika at tryggja sær FM heitið.

Gongdin í dag bendir á, at tað fer at eydnast Neistanum at vinna FM longu leygardagin.

Eina løtu var Neistin frammanfyri við tíggju málum. Kyndil spældi við so at siga sama liði alla tíðina. Teir í Neistanum havaz stóra breidd, og tað bar við sær, at onkrir av lyklaspælarunum høvdu møguleika í løtum at hvíla seg. Hetta kann fara at vísa seg at hava týdning fyri avrikið leygardagin, tá ið onnur finalan verður.

Neistin vann grundspælið í landskappingini sannførandi, meðan Kyndil tryggjaði sær sítt finalupláss í síðsta umfari.

 

Kyndil-Neistin 25-30 (12-15)

1. FM finala

Kyndil: Magnus Matras, Regin Petersen, Bárður Johannesen (5), Josef Abrahamsen (7), Julian Johansen (1), Janus Einar Sørensen (2), Høgni Klein (4), Hans Áki Dal-Chrfistiansen (2), Erlendur Johannesen, Ken Zachariassen, Tummas Pauli Hanusarson (3).

Neistin: Sjúrður Thomassen (3), Ingi Olsen (3), Karl Oddmar Rasmussen, Heini Hanusarson (3), David Edvardsen (4) Ári Dam, Djumic Jugoslav (5), Tróndur Kragesten (5), Heini Ragnarson, Finnur Hanson (7), Kristian Dulavík, Emil Kulmann Jakobsen.