Neistin sleppur ikki endanum

Hóast tær framvegis eru næstniðast, so hava neistakvinnurnar nú veruliga tikið seg inn í bronsudystin

Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk
 Hóast árið eitt skifti sá út til at gerast tað daprasta í søguni hjá kvinnuhondbóltinum í Neistanum, so tykjast leikararnir so langt ífrá hava givið skarvin yvir.
            Útlitini vóru annars ikki góð, tá liðið fyri nøkrum vikum síðani tapti útidystin fyri Tjaldri, men onkursvegna tóktist hetta vera júst tað, sum liðið hevði tørv á. Eftirfylgjandi er liðið farið á klintra seg upp eftir stigatalvuni, og tó at støðan framvegis er eitt sætta pláss, so er ein munandi broyting kortini. Nevnliga at liðið hevur lagt seg út í bronsustríðið, har fýra av teimum sjey liðunum í deildini nú eru.
 Simona avgjørdi
Sunnudagin var Stjørnan á vitjan í Havn, og her var rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar. Meðan Neistin seinastu vikurnar hevur havt gott viðrák, tykist mótgangurin hjá Stjørnuni bara at harðna, og longu eftir fyrsta korterið ella so, hevði Neistin skapt sær eitt gott útgangsstøði fyri restina av dystinum.
            Fyri tað mesta varð eisini hildið fast um hetta, men tá Stjørnan tíðliga í seinna hálvleiki setti ferð, var um at ganga galið. Fyrst og fremst fingu gestirnir verjuna at rigga betri, og eftir 10 minuttum vóru 18-12 broytt til 19-19, men Neistin hevði ein trumf eftir.
            Simona Dziugyte hevur kanska ikki havt so stóran leiklut, sum bæði hon og viðhaldsfólkini kundu hugsað sær, síðani hon kom til Neistan úr júst Stjørnuni, men nú bragdaði. Var ein møguleiki fyri skotið, so smekkaði hon til, og kraftin í hesum er av slíkum slag, at fægstu málverjarnir fáa gjørt nakað. Og mest sum einsamøll megnaði hon hesa seinastu løtuna at toga Neistan frameftir, tó at stinni verjuparturin eisini gjørdi sítt.
           Við sigrinum syrgdi Neistin fyri, at tað nú eru trý lið, sum eru púarasta ájøvn á fjórða plássinum, tvey stig aftan fyri StÍF, sum í løtuni hevur bronsuna í hondini.
            Men kanska meira enn nakað av hinum, so eru tær í Neistanum sjálvar førar fyri at gera av, hvussu lagnan verður. Enn eiga tær dyst til góðar móti bæði StÍF og Kyndli, og tó at triði eftirverandi dsyturin er móti VÍF, so kann Neistin við sigri í hinum báðum toga seg heilt upp.
            Tað kann Stjørnan eisini framvegis, men so skal vend av álvara koma í. Í endaspælinum hava teir so væl kendu marginalarnir so avgjørt ikki verið í parti við liðnum, sum fleiri ferðir hevur rent seg í tepur tap.
            Skal støðan broytast, er helst neyðugt við tveimum stigum longu í komandi dystinum, tá Kyndil kemur á vitjan. Teir báðir seinastu dystirnir eru nevnliga ímóti ávíkavist VÍF og VB á útivølli, og á pappírinum eru tað í øllum teir báðir ringast hugsandi dystirnir at hava eftir.

Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 26-24 (15-12)

Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 11(6), Rakul Augustinussen 6, Christna Holm 4, Súna Mørk 3(2), Jórun Ludvig 1, Lív Sørensen 1
Stjørnan: Danijela Ercevic 10(2), Natasha Stamenkovic 10(3), Joan M. Joensen 3, Una Olsen 1
Brotskøst: Neistin 8, Stjørnan 8
Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 5
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.