Neistin tók alt

Neistakvinnurnar lótu ongan iva verða um, hvør skuldi vinna dystin í Vágum leygardagin

 

Seinasta vikuskiftið gjørdi Sóljan stóra mótstøðu, tá Kyndil vitjaði í Vágum. Hesaferð var hitt havnaliðið á vitjan, men hesaferð kláraði Sóljan ongantíð at gera rættiliga mótstøðu.

Neistin legði væl fyri, tær fóru fram um og so hildu og øktu tær leiðsluna restina av dystinum.

Tá fyrsta korterið var spælt var støðan 10-4 til Neistin, og hóast stígur kom í álopsspælið hjá Neistanum eina løtu, so kláraði Sóljan ikki at taka seg inn á havnaliðið, og tá liðini høvdu spælt fyrra hálva tíman var Neistin á odda við fimm málum.

Birita Wardum gjørdi fimm av sínum málum í fyrra hálvleiki, meðan Katrin á Neystabø ikki fekk veruliga gongd á sína málskjóting fyrr enn í seina hálvleiki, tá hon sendi eitt brotskast fyri og annað eftir í málið hjá Sóljuni. Katrin gjørdi seks av sínum átta málum við brotskøstum.


Eingin ivi

Neistin tók við, har tær sleptu í fyrra hálvleiki. Tær skoraðu beinanvegin trý mál, og so var heimaliðið endaliga úti av hesum dystinum.

Toppskjúttin Asta Petrauskiene royndi at halda sínum liði inn í dystinum, men tað førdi ikki til nakað.

Neistian økti støðugt um leiðsluna, og tá dysturin var av, høvdu tær vunnið 31-20. Góður sigur til Neistan, sum meira sannførandi í sínum avrikið enn grannarnir í Kyndli vóru eina viku frammanundan.

Sigurin hjá Neistanum gjørdi, at kappingin hjá kvinnum fór í tvey. Í ovaru hálvu liggja VÍF, Neistin, Stjørnan og VÍF lið um lið, meðan Kyndil, Sóljan og StíF eru at finna í hinum endanum.

Neistin hevur vunnið móti aftaru liðunum í deildini, meðan tær taptu greitt fyri Stjørnuni. Uppgávan hjá Neistanum í komandi umførum verður at royna seg ímóti VÍF og VB, sum av mongum verða mett sum fremstu kandidatarnir til gullið í ár.


Dysturin í tølum:

Sóljan-Neistin 20-31 (11-16)

Málskjúttar:

Sóljan: Asta Petrauskiene 8, Marjun Johansen 5 (3), Hertha Simonsen 2, Heidi Haraldsen 2, Sólja Jóanisdóttir 2, Johanna í Horni 1.

Neistin: Katrin á Neystabø 8 (6), Birita Wardum 6, Bjørg Patursson 5, Gunnleyg Berg 4, Ata Høgnadóttir 3, Mildrið Jacobsen 3, Kára á Dunga 1, Rakul Augustinussen 1.

Brotskøst: Sóljan 6, Neistin 8

Útvísingar: Sóljan 2, Neistin 2

Dómarar