Neistin tendraði

Bláa høvuðsstaðarfelagið fekk fyrstu stigini á árinum, tá teir við stórsigri sendu KÍF avsatð við ongum

Hondbóltur

Illa kann sigast annað enn, at tað hevur gingið av skriðjuni hjá besta mansliðnum hjá Neistanum fyrstu umførini av hondbóltslandskappingini.
Hóast liðið tóktist hava fingið góðan styrk, so góvu fyrstu tríggir dystirnir eitt stórt null á stigatalvuni, og tað var nokk ikki, sum viðhaldsfólkini høvdu vónað.

Spenningurin hvarv
Gamaní er grundspælið ikki heilt so avgerandi, tá stigini kortini verða hálbýtt eftir fyrstu tíggju dystirnar, men talan var kortini um eitt hampuligt trýst á Neista-monnum, tá teir fóru inn til dystin móti KÍF.
Og í mun til undanfarnu tríggjar dystirnar, so megnaðu teir hesaferð at liva við trýstinum. Og tað so ruddiliga kann leggjast afturat.
Teir bláu tóktust nevnliga óvanliga tendraðir, nú teir fóru inn á vøllin.Fyrstu tíggju minuttirnar tóktust teir longu vilja avgera dystin, og tað eydnaðist eisini at skapa eina seks mála stóra leiðslu.
Tað var tó um reppið, at kollfirðingarnir veruliga fingu fatur aftur á teimum bláu. Eitt time-out hjálpti til at fáa skil á verjuna. Og tá Mirko Milenkvic eisini tóktist væl upplagdur í álopsspælinum, fór munurin brádliga at minka. Seinastu minuttirnar undan steðginum tóktist heldur ikki óhugsandi, at KÍF kundi koma heilt nær, men Neistin fekk tó svarað aftur, so munurin frá fyrstu minuttunum mest sum varð varveittur.
Og í eftir steðgin skrædnaði so av álvara. KÍF fylgdi við eina lítla løtu, men tá Neistin so økti úr 19-15 í 29-17, var allur spenningur horvin. Nú gjørdist talan ístaðin um ein spurning um stødd á sigrinum, og tó at ferðin hjá teimum bláu dalaði, so var ikki minsti ivin um, at betra liðið hevði vunnið dystin.

Hvat við KÍF
Og tað man eisini vera í tøkum tíma, at lagið í Neista-hópinum varð togað nakað upp. Enn eru so bara fýra stig upp til oddaliðini, og við VÍF á skránni sum næsta mótstøðuliðið er møguleikin framvegis at toga seg longur upp.
Tað fer tó at krevja, at innsatsurin á vøllinum ikki verður lakari, enn hann var leygardagin, og so er tað kanska heldur ikki nóg mikið, tí eingin ivi man vera um, at VÍF eisini ætlar sær at vinna dystin.
Hjá KÍF tykist støðan hinvegin minni hugalig í løtuni. Hóast sigurin á Kyndli í fyrsta umfarinum, so tykjast kollfirðingarnir standa við veikasta liðnum í kappingini. Og við ongari niðurflyting at stríðast ímóti kann endin væl verða, at liðið í stórum parti av kappingini ikki fer at hava annað enn æruna at spæla fyri. Hana plaga kollfirðingarnir tó vanliga at seta høgt, so tað skal á ongan hátt útilokast, at teir ikki kunnu gera onkran vørrin afturat.

Fakta um dystin
Neistin-KÍF 35-22 (16-11)
Málskjúttar
Neistin: Damir Oros 9(1), Áki Mørk 6(1), Blagoje Buha 5(1), Helgi Michelsen 4, Ólavur Brimnes 3, Ræni Slættanes 3, Tróndur Kragesteen 3, Dann Thorleifsson 2
KÍF: Regin Petersen 7(2), Mirko Milenkvic 5, Petur Martin Poulsen 4, Kristian Madsen 2, Teitur Joensen 2, Rógvi Weihe 1
Brotskøst: Neistin 3, KÍF 2
Útvísingar: Neistin 6, KÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Tóktust heldur ikki fáa tann nógva sveittan fram í hesum dystinum.