Neistin trumfaði í Vági

Við sigrinum á VB staðfesti Neistin, at skal nakað lið taka Stjørnuna, so skulu tað verða tær bláu

Hondbóltur

Enn stendur ikki um lív, tá ovaru liðini í kvinnudeildini spæla. Tað er ein setningur, sum bæði spælarar og viðhaldsfólk kring landið hava sannað. Men fyri tað kunnu dystirnir, sum nú verða spældir, væl brúkast sum ein sera góð ábending um styrkislutfallið millum teirra, sum biðla til FM-heitið í hondbólti.

Rættin til at bjóða av
Umframt favorittarnar úr Klaksvík, so hava tað serliga verið VB og Neistin, sum hava stríðst um heitið sum næsti biðilin, og tí var dysturin í Vági eisini serliga áhugaverdur. Tey flestu rokna í øllum førum við, at hetta eisini eru liðini, sum skulu hittast í hálvfinalunum, og í so máta var talan um greiða styrkisroynd í Vági. Ein dystur, har VB eisini hevði sítt at hevna, eftir at tær við einum illa mannaðum liði fingu rættiliga bank í Havn fyri nøkrum vikum síðani.

Orkan restaði
Tað eydnaðist tó ikki VB at seta trumf á dystin. Fyrst og fremst, tí hópurin enn einaferð tóktist vera í smalari lagi.
Størsta partin av fyrra hálvleiki fylgdust liðini annars væl, og eitt skifti tóktist VB veruliga at skulu leypa avstað. Gestirnir vóru tó skjótar at svara aftur, og seinastu løtuna undan steðginum trýstu tær av álvara. Seinastu fimm minuttirnar vann Neistin við 6-1, soleiðis at tær áttu leiðsluna í steðginum.
Og eftir steðgin var gongind hin sama. VB stríddi seg aftur í dystin, og 13 minuttir fyri leiklok høvdu tær aftur rætta takið. Støðan var tá 21-18 til heimaliðið, men so hendi akkurát tað, sum var hent fyri steðgin. VB megnaði ikki at halda ferðini koyrandi. Neistin fekk samstundis verjuna upp í hægsta gear, og saman við frálíkum málmansspæli fullkomuliga punkteraði hetta hetta heimaliðið.
Hóast tær bláu hesa løtuna brendu tvey brotskøst, so megnaðu tær at kora sjey ferðir á rað, áðrenn VB at enda fekk pyntað um úrslitið. Og so var fagnaðurin stórur, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað.

StjørnanX2
Fyrst og fremst, so fingu tær bláu við hesum prógvað, at tær í løtuni eiga at roknast sum fremsti sambiðilin hjá Stjørnuni. Og sum tikið varð til í Útvarpinum, so staðfestu tær eisini, at steypafinalan komandi leygardag er millum tey bæði sterkastu liðini í landinum.
So er spurningurin, hvørt Neistin veruliga megnar at bjóða Stjørnuni av. Tað fáa tær í øllum førum møguleikan til tvær ferðir á rað komandi tvey vikuskiftini. Fyrst í steypafinaluni, og síðani tá tær í landskappingini skulu spæla í Klaksvík.
Hjá VB ræður nú fyrst og fremst um at halda høvdinum høgt komandi vikurnar. Útskiftingin á liðnum hevur verið stór seinasta árið, og tí er ein sessur í oddinum ikki heilt so sjálvsagdur, sum hann hevur verið. Greiðar ábendingar hava tó verið, og eitt nú vísti sigurin í Klaksvík, at tær kunnu sveiggja seg heilt upp. Men tað krevur meira støðugt spøl í 60 minuttir, enn tær sýndu í Vági sunnudagin.