Neistin vann suðuri í Vági - Kyndil vann stórsigur á EB

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá fyrstu dystunum í SMS-deildini hetta kappingarárið

Kappingin í bestu kvinnudeildini í hondbólti, SMS-deildini byrjaði í dag.

 

Suðuri í Vágshøll vann Neistin 24-21 á VB. Í steðginum var hálvleiksstøðan 10-10.

 

Tá 43 minuttir vóru farnir hevði Neistin eina 17-13 leiðslu. Bert 10 minuttir seinni var munurin minkaður til 20-21 til Neistan. Neistin helt høvdið kaldari seinastu løtuna av dystinum. Neistakvinnur skoraðu tá tríggjar ferðir, meðan VB bert megnaði at skora einaferð, og so kundu neistakvinnur ferðast norður aftur við tveimum stigum. 

 

Í høllini við Streymin vann Kyndil stórsigur 35-19 á EB. Í steðginum var Kyndil á odda 15-8. 

 

Her eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum VB-Neistin 21-24 (10-10) og EB-Kyndil 19-35 (8-15): 

 

##med2##

 

##med3##