Neistin vann tryggan sigur

Neistakvinnur vóru á vitjan hjá srandingum á Skála sunnudagin, og har vóru tær eirindaleysar og fóru avstað aftur við øllum

Tað byrjaði sum ein tættur dystur, og tá tjúgu minuttir vóru farnir stóð á jøvnum 8-8, men tá hálvleikur var, varð støðan blivin 9-16. Tað skuldi visa seg at hesi sjey málini á muni, skuldu halda stik allan dystin, tí StÍF megnaðu ongantíð at toga seg tættari enn tað sama. Tað bleiv næstan til ein lættan dyst hjá Neistakvinnum, tá alt kom til stykkis. 


Nicoleta avgjørdi

Í Nicoletu Radu Hansen hevur Neistin ein framúr góðan leikara. Hon skoraði nærum av gomlum vana. Hon heilt einfalt hamraði ein bólt fyri, og annan eftir inn í málið, og tað tóktist ikki til at vera nakað, ið strandingar kundu gera, fyri at steðga sterku havnakvinnuni.

Hóast Nicoleta var úti eitt fitt petti at øðrum hálvleiki, megnaðu ungu Neista kvinnurnar at halda tørn, og eitt skifti vóru tíggju stig á muni.


Fakta:

StÍF-Neistin 23-30 (9-16)

Málskjúttar:

StÍF: Rebekka Justinussen 8 (1), Bára B. Danielsen 4, Sólfríð Christiansen 3, Ninna K. Johansen 3, Rósa Johansen 2, Ata Gregersen 2, Jóhanna í Króki 1.

Neistin: Nicoleta R. Hansen 11 (3), Ása á Neystabø 4, Anja heinadóttir 3, Rakul Magnussen 3, Elin Staksund 3, Rakul Augustinussen 2, Ása Christiansen 2, Unn J. Kregesteen 1, Anna Clementsen 1.

Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3

Útvísingar: StÍF 3, Neistin 0

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen