Neistin vann tryggan sigur í Klaksvík

Hondbóltur: Neistakvinnur vunnu 27-15 á Stjørnuni, sum als ikki megnaði at fylgja við í seinna hálvleiki

Í hesum kappingarárinum hevur ítróttarhøllin í Klaksvík verið ein sterkur skansi hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Bert eitt stig hevur Stjørnan mist á heimavølli, og tað var í javnleikinum móti Kyndli ? og tá kundi Stjørnan tað sama vunnið dystin.

Tí var tað eisini rættiliga óvæntað, at Neistin skuldi vinna ikki minni enn 27-15 í Klaksvík sunnudagin.

Av tí at tað hava verið trupulleikar við fax-maskinuni í KÍ-høllini, hava vit tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil frá dystinum, men Neistin vann so 27-15 eftir at hava verið á odda 11-8 í hálvleikinum.

Vit frætta úr Klaksvík, at Neistakvinnurnar høvdu sigurin ríkiliga uppibornan. Tær vóru væl betri og vóru harafturat nógv meira uppsettar enn liðið hjá Stjørnuni. Álitið á klaksvíksliðnum, Annika Ljósstein, fekk ein skaða í dystinum móti GÍ/Tjaldrinum dagin fyri, men hon spældi kortini, hóast tað ikki var við fullari megi. Men tað batti so lítið, hóast liðini í fyrra hálvleiki vóru rættiliga jøvn.

Helga Ellingsgaard er heima í Føroyum í løtuni. Hon byrjaði ikki í málinum, men kom inn seinni og tók nógv skot. Hinvegin vóru skotini hjá Stjørnuni einki at reypa av, og tað gjørdi eisini arbeiðið hjá málverjanum lættari.

Ein av orsøkunum til, at munurin var so lítil í fyrra hálvleiki var, at Stjørnan dugdi væl at gera sær dælt av, at Neistin í heilum skifti út millum verju og álop. Í byrjanini av seinna hálvleiki kom Neistin eftir, at Stjørnan fekk fyrimun av hesum. Tær góvust við útskiftingunum, og so var einki eftir at gera hjá heimaliðnum, sum sostatt ikki megnaði at yvirhála Neistan á øðrum plássi.

Har endaði Neistin á 17 stigum ? tvey færri enn oddaliðið Kyndil ? og nú stigini verða býtt í helvt, er bert eitt stig ímillum nummar eitt og tvey. Kyndil byrjar við 10 og Neistin við 9 stigum. Stjørnan fær sjey stig við sær í endaspælið, og tað kann saktans takast inn aftur. Men klaksvíksgenturnar høvdu ivaleyst ætlað sær meir enn bert tað eina stigið burtur úr teimum báðum dystunum um vikuskiftið.