Neistin vann trygt

Fjórðingsfinalan millum Neistan og StÍF bleiv leikt longu farna mikukvøld. Her var ongantíð nakar ivi um, hvagar sigurin fór, og Neistin vann ein tryggan stórsigur 28-16 á StÍF.
Harvið eru neistakvinnur klárar til hálvfinaluna. Vit hava tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil sendandi og hava tískil einki dystarhagtøl.