Manchester United miðverjin boðar nú frá, at hann hevur spælt sín seinasta landsdyst fyri Serbia. Hann steðgar á landslinum saman við Dejan Stankovic, sum ímóti Føroyum í Beograd spældi sín dyst nummar 100 fyri Serbia.
Serbia skuldi í gjár vinna í Slovenia fyri at blíva nummar tvey í bólki C í EM undankappingini. Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur til slovenar og samstundis gjørdist greitt, at Estland endar á øðrum plássi í bólkinum, sum eisini telur Føroyar. Serbia hevur sotatt ongan møguleika at koma til EM endaspælið komandi summar.
Eftir dystin boðaði 29-ára gamli Manchester United liðskiparin og miðverjin, Nemanja Vidic, frá at hann gevst á serbiska landsliðnum eftir 56 dystir.
- Tíðin er komin til at nakrir av teimum eldri leikarunum siga serbisku landsliðstroyggjuni farvæl, sigur Nemanja Vidic sambært The Guardian.
Eisini Dejan Stankovic gevst á serbiska landsliðnum. Inter Milan miðvallarin er eftir hondini blivin 33-ára gamal og hevur spælt 102 landsdystir. Tað er serbiskt met, sum Dejan Stankovic deilir saman við Savo Milosevic. Teir hava báðir spælt fyri gamla Jugoslavia og skorað mál móti Føroyum.
(Mynd Álvur Haraldsen: Nemanja Vidic(t.h) í dysti við Jóan Símun Edmundsson á Tórsvølli í fjør)