Í 1991 breyt Skála ræðið, sum Neistin tá hevði havt í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu níggju árini. Í árunum frá 1982 til 1991 hevði Neistin vunnið føroyameistaraheitið hvørjaferð, men í 1991 og aftur í 1993 endaði FM-heitið á Skála.
Síðani tá er Skála blivið til StÍF eisini hjá kvinnum, og tað hevur ikki eydnast liðnum at vunnið nakað síðani 1993. Men í dag er møguleikin har, tá StÍF-kvinnurnar skulu spæla steypafinalu móti VÍF.
Annar av málverjunum hjá StÍF, Óluva Djurhuus, er ein av royndastu spælarum í føroysku kappingini. Hon hevur spælt hondbólt í nógv ár, fyrst við EB og frá 1976 til 1984 við Neistanum, har hon spældi fram til 1994 ? tó var hon burtur í nøkur ár. Nú er hon 39 ára gomul, og hon er eins spent og øll onnur til finaluna í dag.
Hon sigur, at StÍF-liðið tekur uppgávuna í stórum álvara, hóast liðið ikki hevur vant meira enn vanligt ? heldur hinvegin. Veðrið var ringt hósdagin, og fyri eitt lið sum tað hjá StÍF, har meir enn helvtin av spælarunum umframt venjarin ikki býr á Skála ella Strondum, merkti tað, at tað ikki vóru nógvir spælarar til venjing hóskvøldið.
? Vit fyrireika okkum sum vanligt, og hetta er so fyrstu ferð »í nýggjari tíð«, at vit eru í finaluni, sigur Óluva Djurhuus og leggur afturat, at StÍF hevur verið nummar tvey í landskappingini fýra ár á rað, og at tær tí eru sera uppsettar upp á at fáa eitt gott úrslit í dag.
StÍF hevur møtt VÍF tríggjar ferðir áður í hesum kappingarárinum. Í sigrum millum hesi bæði liðini er VÍF frammanfyri 2-1, og allir dystirnir hava vera rímiliga javnir. Og veteranurin í málinum hjá StÍF roknar eisini við einum jøvnum og spennandi dysti í dag.
Ikki bert
Ioana og Jacklin
? Fyri mær hevur VÍF altíð verið eitt lið, sum hevur spælt væl. Tær hava staðið fyri vøkrum hondbólti, og tær eru kvikar. Og VÍF er ikki bert Ioana og Jacklin, sum nógv hava hug til at halda. Ioana hevur lyft hinar upp, sigur Óluva og vísir á, at tvær á liðnum hjá VÍF júst eru fyltar 16 ár.
Frá Óluvu sjálvari og niður til hesar er ein aldursmunur upp á 23 ár, og Óluva sigur, at tað er stórur munur á at spæla hondbólt í dag og so fyri 15-20 árum síðani.
? Tá vóru sjálvandi færri lið í kappingini og ikki so nógvir dystir, og harafturat var Neistin sum oftast betri enn hini liðini. Men nervarnir eru teir somu, sigur hon.
? Fyri meg er hvør dystur sum ein nýggj byrjan, og tú kanst ikki brúka gomul úrslit til so nógv. Vit fara at kempa fyri okkum, og tað hevur eisini nógv at siga, at okkara áskoðarar, sum eru sera trúgvir, stuðla okkum, sigur Óluva Djurhuus.
Ov fáir málverjar
Óluva Djurhuus man vera tann spælarin í føroysku 1. deild í løtuni, sum hevur flestar royndir at fella aftur á.
Hon er kortini eitt sindur vónsvikin av, at tað ikki tykist vera so stórur áhugi millum hondbóltsspælarar at standa í málinum.
? Tað eru ikki nógvir ungir málverjar. Bæði VÍF, Stjørnan og vit hava málverjar, sum eru omanfyri 30 ár. Nakrir eru yngri, men sum heild eri eg bangin fyri, at tilgongdin ikki er so stór, sum ein kundi ynskt, sigur Óluva Djurhuus.
? Tað verður sjáldan tíð til ta stóru málmansvenjingina, sigur Óluva, sum heldur, at Hondbóltssambandið kanska kundi skipað fyri onkrum á tí økinum, uttan at hon á tann hátt sigur nakað ringt um arbeiðið hjá HSF.
Líður móti endanum
Óluva Djurhuus greiðir frá, at tað var Palli Joensen úr Vestmanna, sum í sínari tíð fekk »eiðiskonurnar«, sum hann kallaði tað, til StÍF at spæla hondbólt. Í 1994 fór Óluva inn á Skála at spæla, og har hevur hon verið síðani.
? Nú fer at líða móti endanum. Jú eldri tú verður, meira noyðist tú at venja fyri at fylgja við, og skaðarnir blíva eisini fleiri, sigur Óluva. Men er hetta ein ábending um, at veteranmálverjin hjá StÍF hugsar um at gevast?
? Onkur sigur, at tú skalt gevast á toppinum, sigur Óluva og flennir.
? Men hugurin til hondbólt er so góður, at eg rokni við at halda á, so leingi eg orki og sleppi at vera við, sigur hon at enda.