Framtíðin hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, tykist framvegis ótrygg.
Tað benda fyrstu kanningarnar á valstøðunum á, eftir valið í Ísrael í dag – tað fjórða um seinastu sløku tvey árini.
Likudflokkurin hjá Netanyahu stendur tó til at gerast størstur við umleið 32 sessum í ísraelska tjóðartinginum, sum hevur 120 sessir. Tað er tó ikki nóg mikið til,a t Netanyahu kann vita seg tryggan í at varðveita valdið.
Tað bendir á, at tann 71 ára gamli forsætisráðharrin millum annað tørvar stuðul frá gamla verjumálaráðharra sínum, Naftali Bennett. Bennett stendur á odda fyri tí religiøsa, tjóðaskaparliga Yamina-flokkinum.
Sambært ísraelska miðlinum Haaretz stendur Yamina til at fáa sjey sessir í tjóðartinginum, Knesset. Tað vísir eitt miðal av trimum kanningum á valstøðum.
Við stuðli frá flokkunum Shas (níggju sessir í kanningunum), UTJ (sjey sessir) og tí religiøsa zionistaflokkinum (sjey sessir) kann Likud koma upp á 55 sessir, skrivar blaðið Jerusalem Post.
##med##
Tað er tó ikki nóg mikið til at fáa teir neyðugu 61 sessirnar, sum geva meiriluta í Knesset.
Tí kann Netanyahy hava tørv á flokkinum hjá Naftali Bennetts.
Bennett hevur í valstríðnum tosað ógvuliga kritiskt um Netanyahu, men hevur samstundis ikki víst aftur at fara í stjórn við honum.
Størsti kappingarneytin hjá Netanyahu er sambært kanningunum sjónvarpsmaðurin Yair Lapid og flokkur hansara Yesh Atid. Hann stendur til at fáa millum 16 og 18 sessir.
/ritzau/Reuters