Nevndi ikki Pape við einum orði!

Og tað gjørdi spyrjarin heldur, sigur Jenis av Rana. Men tað gjørdi spyrjarin – enn tá tvær ferðir

Jenis av Rana skrivar soleiðis í brævi til Sosialin í morgun.

 

»Í sambandi við tíðindaflutningin um hvat varð sagt í Andgletti Miðfloksins í Kvf. í gjár, fari eg, fyri sannleikans skuld, at biðja teir av lesarunum, sum hava hug og sum tíma, at lurta eftir tí, sum eg veruliga segði. Har kanst tú so sjálv(ur) hoyra, at eg als ikki nevndi Pape við einum orði. Tað gjørdi spyrjarin heldur ikki.

 

Bestu heilsanir

 

Jenis av Rana

 

Floksformaður Miðfloksins«

 

##med2##

 

Hóast Jenis av Rana sigur, at hvørki hann ella Jón Brian Hvidtfeldt, sum var spyrjari í Andglettinum í gjár, nevndu formannin í danska Konservativa flokkinum við einum orði, so er tað ikki rætt, sum formaður Miðfloksins sigur.

 

Spurningurin snúði seg um formannin í Konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen, sum er samkyndur, og spyrjarin nevndi navnið á honum tvær ferðir í hesum samanhangi, sum tað eisini hoyrist í ljóðbrotinum omanfyri.

 

– Fara tit at stuðal einum samkyndum statsministara, her verður væl sipað til formannin hjá teimum Konservativu, Søren Pape, spurdi Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Og eftir svarið frá Jenisi, har hann segði, at hann ikki kundi stuðlað einum samkyndum forsætisráðharra, tekur spyrjarin samanumaftur og sigur:

 

– So vissi tú eigur avgerandi atkvøðuna, so vilt tú heldur hava eina reyða stjórn í Danmark, heldur enn Søren Pape við eini bláari, spurdi Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Tað var tí eingin ivi um, at »tann samkyndi statsministarin« var Søren Pape Poulsen.

 

Trýst á pílin fyri at hoyra brotið úr Andglettinum í gjár, har Jenis av Rana sigur, at hann ikki kundi stuðlað einum samkyndum forsætisráðharra, og har navnið á Søren Pape Poulsen verður nevnt tvær ferðir