Nevndin í Føroya Pedagogfelag skipað seg

Á aðalfundinum 3. mars var Jógvan Philbrow afturvaldur sum formadur í 3 ár uttan mótvalevni.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur skipað seg

 


Lógir felagsins áseta, at nevndin skal skipa seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin. Formaðurin er valdur beinleiðis av aðalfundinum.

 


Á aðalfundinum 3. mars var Jógvan Philbrow afturvaldur sum formadur í 3 ár uttan mótvalevni. Nikkil Heinesen varð eisini afturvaldur sum nevndarlimur, ímeðan Gunnvá Akraberg Hansen er nývald í nevndina fyri Irdi Gaardlykke. Elin N. W. Tausen og Halgerð Jacobsen stóðu ikki fyri valið.

 


Nevndin í Føroya Pedagogfelagid hevur skipa seg soleiðis:

Jógvan Philbrow, formaður

Elin N. W. Tausen, næstforkvinna.

Nikkil Heinesen, skrivari.

Halgerð Jacobsen, orðstýrari.

Gunnvá Akraberg Hansen, nevndarlimur.

Tordis Streymoy, 1. tiltakslimur

Valborg Hammer, 2. tiltakslimur

Annilisa Davidsen, 3. tiltakslimur

 


Nevndin hevur eisini avgjørt, at Elin skal umboða nevndina í A&U-grunninum og at Nikkil skal umboða felagið í NLS-sektorfundunum.