Nevndin hevur skipað seg

Heilsurøktarafelagið hevur havt aðalfund

NVNevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt aðalfund og nevndin síðani hevur nevndin skipað seg. Í nevndini eru Majbritt Mohr, forkvinna, Sjúrður Norðbúð, næstformaður, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen og Rakul í Gerðinum, nevndarlimir.

 

Eitt, nevndin er farin í holt við, er at fyrireika seg til Fólkafundin 18. og 19. september, har Heilsurøktarafelagið skal hava bás og pallborðsfund.

 

Felagið sigur, at síðani kommunurnar fingu eldraøkið at umsita, hava tey havt fund við fleiri kommunur, har tey hava greitt kommunum frá, hvussu tey halda, at kommunurnar kunnu brúka heilsurøktararnar í eldraøkinum.

 

- Tað er okkara fatan er, at flestu kommunurnar vilja arbeiða fyri betri viðurskiftum í sambandi við arbeiðstíð, soleiðis at kvinnur í heilsu- og umsorganarstørvum kunnu fáa eina fulltíðarløn, sigur felagið.

 

Heilsurøktarar starvast á øllum eldraøkinum, tó arbeiða sera fáir heilsurøktarar í útiøkinum í heimatænastuni, hóast teirra útbúgving er sum skraddaraseymað til økið, siga tey.

 

- Vónandi verður hetta broytt, nú fleiri kommunur hava fingið betri innlit í fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum, sigur felagið.

 

Sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru uppsagdir at fara úr gildi 1. oktober og sáttmálasamráðingar standa sostatt fyri framman, leggja tey afturat.

 

Á myndini er nevndin í felagnum, Aftast frá vinstru eru tey Gunvør Sigurðsson og Rakul í Gerðinum. Fremst frá vinstru eru tey Majbritt Mohr, forkvinna, Jóhanna Henriksen og Sjúrður Norðbúð, næstformaður.