Nevndin í Lærarafelagnum skipað seg

Mynd: Ólavur Frederiksen

Á fundi í gjár skipaði nevndin í Føroya Lærarafelag seg.

 

Leygardagin var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Tað var longu undan fundinum greitt, at somu fólk halda fram í nevndini, tí eingi onnur buðu seg fram. Jacob Eli S. Olsen fer nú undir nýtt trý ára skeið sum formaður. Hann hevur staðið á odda fyri felagnum í seks ár, skrivar skulabladid.fo.

 

Nevndin hevur annars skipað seg við Tórhalli við Gil sum næstformanni, Jonu Højsted sum kassameistara, Eyðbjarti S. Skaalum sum skrivara og Bergi Samuelsen sum nevndarlimi.

 

 

 

Mynd: Ólavur Frederiksen