Boðaneshamarin var ein perla, sum nógvar aðrar perlur her á landi. Nú er Hamarin rætt út neyðtikin, við at tað er bygt/stáplað nøkur yvirstór starahús oman á hamaran. Eg havi einki ímóti, at tað verður bygt, og at samfelagið hevur framburð á øllum økjum. Tíverri hevur byggingin í Havn havt alt ov leysar teymar í alt ov langa tíð. Her í býðnum er tað sum um, at tað er stoytt burturúr eini spann við byggiklossum, fyri síðan at fáa teir stáplaðar saman sum frægast. Nógv av hesum byggjaríi, eitt nú miðbýðurin, hevði kunna hepnast væl betri, um bara eitt sindur av vilja var. Spennandi verður at síggja nýggju varðarnar sum koma at standa niðanvert gomlu Kongavarðarnar, og ikki minst Stóratjørn. Vónandi fáa vit byggilist sum aftur verður heiðrað uttanlands frá. Sum t.d. á Niðarugøtu, Millum Gilja og á Tórsbyrgi sum eru grannahúsini hjá starahúsinum yviri á Boðaneshamrinum. Eitt rað sum á Niðarugøtu, hevði tikið seg væl betri út á Boðaneshamri. Hotel Føroyar er ein fyrimynd um, hvussu væl ein bygningur fellur inn í landslagið.
Eitt annað sum er óskiljandi, eru oljutangarnir á Viðarnesi. Hetta má verða einasti høvuðsstaður í verðini, har ein tann størsta oljugoymslan í landinum liggur mitt í býnum. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur eitt av feløgunum fingið loyvi at byggja oljugoymsluna út. Her er sikkurt eingin vegleiðing fingin frá nøkrum, sum hevur skil fyri planlegging áðrenn loyvið er givið.
Fyri mær sær tað út til, at eingin setur ein fingur á, hvussu tað verður bygt, sum t.d. býararkitektar og møguligar externar fyritøkur, sum hava skil fyri hvussu tað verður bygt. So at hús, oljugoymslur, og onnur bygging ganga saman í eina eind, saman við landslagnum, og ikki minst einum væl grundaðum høvuðsstaðið. Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at okkara dugnaligu arkitektar o.o. sum hava skil á tílíkum, fáa ein fingur við í spælinum, og ikki minst at polittikarnir gloyma atkvøður og rossahandlar í polittiska spælinum.
Eg sigi ikki, at alt skal verða so ólukksáliga Williamskt. Men tað hevði einki bila, um tað varð stoytt eitt sindur varligari úr spannuni, sjálvt um hjólini mæla nakað skjótt. Hetta er Havnin og ikki Tokyo.
Við Havnarkvøðu