Neyðugt at fáa leiðslubygnaðin á deildunum at virka

Ein framskriving av játtanini til Landssjúkrahúsið vísir eitt hall uppá 2,5 mió. kr. upp á ársbasis. Tiltøk eru tó sett í verk og metast má, at játtanin fer at halda, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í svari til fyrispurning

ÓLAVUR Í BEITI


Kristian Magnussen, løgtingsmaður, spurdi almanna- og heilsumálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø um eina meting av samlaðu nýtsluni viðvíkjandi almanna og heilsumálum, og um játtanin fór at halda. Og um landsstýrismaðurin ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda? spyr Kristian Magnussen.


Landssjúkrahúsið

Í svarinum nevnir Helena Dam á Neystabø nakrar konti, har iva er um, um játtaninar koma at halda, uttan at neyðug tiltøk verða sett í verk.

? Ein framskriving av játtanini til Landssjúkrahúsið vísir eitt hall uppá 2,5 mió. kr. upp á ársbasis. Tiltøk eru tó sett í verk og metast má, at játtanin fer at halda. Tað er tó ikki innan fyri verandi játtan pláss til at seta tær nýggju deildarleiðslurnar á stovn á Landssjúkrahúsinum. Skulu hesar setast á stovn í ár, verður neyðugt at søkja um eykajáttan til endamálið.

? Neyðugt er at fáa leiðslubygnaðin á deildunum at virka sum skjótast, og fer tí at gera eina roynd at útvega neyðuga peningin til endamálið, umleið eina hálva millión krónur til tað, sum restar í av hesum árinum, sigur Helena Dam á Neystabø.


Hotel Tórshavn

Viðvíkjandi »Serviðgerð uttanlands«, sigur Helena Dam á neystabø, at henda konti er sera trupul at gera upp, tí tað ikki er landsstýrismaðurin, sum hevur heimildina til at áseta nýtsluna, men tann einstaki yvirlæknin, sum sambært sjúkrahúslógini hevur rætt til at senda sjúklingar uttanlands. Landsstýrismaðurin fer at halda neyvt eyga við hesi konto og um neyðugt biðja um eykajáttan.

? Ein fyribils uppgerð frá Hotel Tórshavn vísir ein stóran vøkstur í seingjanýtsluni fyrsta ársfjórðing ár 2000 í mun til fyrsta ársfjórðing 1999. Í fyrsta ársfjórðingi 2000 eru 4.497 seingjardagar nýttir, meðan sama tal fyri 1999 var 3.072 seingjardagar. Orsøkin til henda stóra vøkstur verður mett at vera, at tey, sum fyrr búðu aðrastaðni enn á Hotel Tórshavn, nú, tá ið hotellið er gjørt betri, eru flutt inn her. Heldur gongdin áfram, fer meira at verða brúkt til Hotel Tórshavn enn ætlað, sigur almanna- og heilsumálaráðharrin.


Dagstovnar

Vivíkjandi hesi konti, sigur Helena Dam á Neystabø, at um verandi virksemið um alt landið heldur fram eins og nú, koma at mangla um 7 mió. kr. í á hesi høvuðskonto.

? Greitt er frá hesum í teimum lógaruppskotum sum liggja til viðgerðar í tinginum um avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslunum eins og í lógaruppskotinum um dagstovnar. Eftir tí, sum skrivað er í fíggjarlógini, er hædd ikki tikin fyri teimum broytingum sum hendu 1. januar ár 2000 og sum koma at henda, tá ið lógin um býtið av almannaútreiðslunum verður tikin av og lógin um dagstovnar kemur í gildi.

? Verða lógirnar ikki settar í gildi fyrr enn 1. juli ár 2000, verður tørvurin umleið 3 milliónir krónur størri, sigur Helena Dam á Neystabø.