- Neyðugt er hjá okkum at hava eina skilagóða javnvág millum inntøkur og útreiðslur í rakstrinum av kommununi.
- Tí varð mett, at tað var skilagott at hækka skattaprosentið eitt sindur, verður sagt úr kommununi.
Víst verður á, at nógvar stórar íløgur skulu gerast í ár. Her er talan um íløgur fyri omanfyri 23 milliónir krónur í millum annað útstykkingar og vegagerðir.
Samstundis er barnafrádrátturin hækkaður upp í 4000 kr., eins og tey hava sett í gildi ein systkinafrádrátt fyri børn í barnagarðinum.
- Hesi átøkini koma at geva kommununi eina eykakostnað og fara haraftrat at hækka raksturin, verður sagt.
Sørvingar kunnu hinvegin fegnast um at gongd er komin á byggingina av sethúsum í nýggju útstykkingini í Hagagerði. Fyrr í mánaðinum komu tvey hús upp at standa á hesum økinum.
Kunnu repa seglini
Fyri jól í fjør var fíggjarætlanin fyri 2007 samtykt. Eftir hesi verður mett, at inntøkurnar av persóns- og partafelagsskatti verða beint omanfyri 25 milliónir krónur.
- Hetta er umleið tað sama sum vit mettu fyri 2006, verður sagt.
Í ár skulu íløgur gerast fyri omanfyri 23 milliónir krónur. Fyri mong er her talan um eina rættiliga stóra upphædd.
- Jú, íløgurnar eru høgar, verður sagt úr Sørvágs kommunu.
Um virksemið í landinum framvegis fer at vaksa, er vandi fyri at kostnaðurin fyri at gera íløgur hjá kommununi verður óneyðuga høgur.
- Tað er okkara skylda at fáa so nógv fyri hvørja krónu sum gjørligt. Tí eru vit eisini sinnað at tálma hesa ætlanina um tað er neyðugt, verður sagt.
Størstu íløgurnar hjá kommununi í ár verða sum nevnt í útstykkingina av sethúsum og til vegagerð. Peningur er haraftrat játtaður til byggibúning av ídnaðarøkinum, vetrarfriðing og til vatnveiting.
Hinvegin verður væntað, at arbeiðið við flogvøllinum fer at byrja í ár.
- Um so verður, fer byggivirksemið í kommununi at økjast rættiliga nógv. Hetta kann fáa ávirkan á ta tøku arbeiðsmegina í oynni, og samstundis økja um kostnaðarstøðið í kommununi.
- Um so verður, eiga vit at repa seglini nakað, verður sagt.