Óneyðugt at herða lóggávu um fosturtøku

Annita á Fríðriksmørk skilir ikki ætlanina hjá Bill Justinussen at herða lóggávuna um fosturtøku í Føroyum, tí sammett við Norðanlond er støðan í Føroyum als ikki hættislig. Fyri hvørji 1000 børn fødd, verða 50 fosturtøkur framdar í Føroyum. Talið í Danmark er fimmfaldað sammett við Føroyar.

Í farnu viku sendi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, øllum kommunulæknunum í landinum eitt skriv, har hann heitir á læknarnar at fylgja lógini um fosturtøku frá 1956.
Hetta skal hava við sær, at eingin lækni í framtíðini kann mæla til fosturtøku av sosialum áðum, tí lesur ein lógina bókstaviliga, stendur einki um sosial atlit. Í lógini stendur, at bert um tað stendur um lív ella um kvinnan er neyðtikin, kunnu læknar fremja fosturtøku.
Tað er kortini ein sannroynd, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu teir einstøku læknarnir í Føroyum tulka lógina. Sum Sosialurin skilir, taka nógvir læknar kring landið sosialu síðuna hjá kvinnuni við í teirra meting, hvørt kvinnan skal fáa játtað fosturtøku. Hevur læknin mett, at sosiala støðan hjá kvinnuni ikki er nøktandi, og hon sjálv ynskir fosturtøku, hava læknar í Føroyum játtað at taka fostrið hjá kvinnuni.
Hesum vil landsstýrismaðurin í heilsumálum nú koma til lívs. Ikki tí, landsstýrismaðurin hevur heimild í sínum máli, tí í samgonguskjalinum stendur, at samgongan skal arbeiða fyri at avmarka talið av fosturtøkum.
Kortini eru fleiri, ið ikki taka undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum, tí hann skúgvar alla siðvenju, síðan fosturtøkulógin varð sett í gildið, til viks. Hann velur at lesa lógina bókstaviliga, og tekur ikki fyrilit fyri, at læknar í nógv ár hava tikið sosialu síðuna hjá kvinnuni við í teirra meting, tá teir hava gjørt av, um kvinnan skal fáa ein fosturtøku.

Óheppið tekin til læknarnar
Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður í mentamálum, er ein, ið ikki tekur undir við ætlanini hjá Bill Justinussen at herða lóggávuna.
-Eg havi sagt við landsstýrismannin í heilsumálum, at eg haldi tað er stak óheppið, at hann hevur sent kommunulæknunum skriv um, at teir í framtíðini skulu halda lógina um fosturtøka. Við at senda eitt tílíkt skriv til læknarnar, sigur hann við øðrum orðum, at teir ikki hava hildið lógina øll hesi árini, og tað er eitt keðiligt tekin at senda læknunum, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Læknarnir vita best
Sum áður nevnt er galdandi lóggáva á økinum frá 1956. Samfelagsmynstrið er síðan miðskeiðis í fimtiárunum kollveltandi broytt, og tí kann spurningur setast við, um tað ikki hevði verið hóskandi at nútímansgjørt lóggávuna um fosturtøku í Føroyum.
Tá ein hevur í huga, at fleiri læknar í Føroyum taka sosialu síðuna við í teirra meting, hevði tað so ikki verið hóskandi at fingið sosialu síðuna við í lóggávuna um fosturtøku, spyrja vit Annitu á Fríðriksmørk. Hon sigur, at tað er torført at meta um lóggávan skal nútímansgerast, og hvussu hon møguliga skuldi sæð út.
? Eg haldi, at mátin, læknarnir í dag tulka lógina er nøktandi, og hjá teimum er ikki nógv at fara eftir. Til spurningin um sosiala síðan skal takast við, so veit eg, at tað í dag eru aðrar orsøkir enn bara ring heilsustøða, har fosturtøka er neyðug. Samanumtikið kann eg siga, at læknarnir eru best fyri at taka endaligu støðuna, greiðir landsstýrismaðurin í mentamálum frá.

Fáar fosturtøkur í Føroyum
Sammeta vit okkum við onnur Norðanlond, kann staðfestast, at rættiliga fáar fosturtøkur verða framdar í Føroyum. Fyri hvørji 1000 børn fødd í Føroyum, verða í alt 50 fosturtøkur framdar.
Hetta er væl minni enn í hinum Norðanlondunum. Sum sæst á stabbamyndini um fosturtøkutíttleika í Norðanlondum, liggja Føroyar langt niðast. Í Danmark er talið 250 fosturtøkur fyri hvørt 1000, og hetta er fimm ferðir talið í Føroyum.
Annita á Fríðriksmørk vísir eisini á hesi hagtøl, og skilir ikki ætlanina hjá Bill Justinussen, tí støðan í Føroyum er als ikki hættislig.
? Nú veit ikki, hvussu nógvar kvinnur velja at fara til Danmarkar at taka fostrið, men eg vil pástanda, at talið er ikki eins høgt sum í hinum Norðanlondum, um vit leggja fosturtøkurnar hjá føroyingum í Føroyum og Danmark saman. Við 50 fosturtøkum um árið, haldi eg ikki tað er neyðugt við herða lóggávuna í Føroyum. Málið er eitt hjartamál hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, men eg haldi ikki, at man skal pilka ov nógv við málið, tí so kann støðan gerast nógv verri, enn hon er í løtuni, og tá er lítið vunnið, sigur Annita Fríðriksmørk.
Spurd, um Bill Justinussen ikki fylgir samgonguskjalinum við boðunum til kommunulæknarnar at fylgja lógini, svarar Annita, at hon er samd við orðingini í samgonguskjalinum, og hon er samd í, at tað er sera skilagott við meira ráðgeving og leiðbeining til foreldrini í samband við fosturtøku.
? Eg og Bill hava hvør sína hugsan um málið, og eg vænti tað verður torført hjá honum at fáa samgonguna at taka undir við hansara ætlan. Eg eri hart ímóti banni av fosturtøku, men tað er heldur ikki fyrimyndarligt um hon skal verða frí. Støðan í Føroyum, serliga tá vit sammeta okkum við onnur lond, er fyrimyndarlig, og hana skulu vit halda fast í eftir mínum tykki, sigur Annita á Fríðriksmørk at enda.


Sitat:
Når svangerskabets afbrydelse er nødvendigt for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred. Ved bedømmelsen af denne fare skal der på grundlag af en vurdering af samtlige omstændigheder, herunder de forhold, hvorunder kvinden må leve, tages hensyn ikke alene til fysisk eller psykisk sygdom, men også til tilstedeværende eller truende fysiske eller psykiske svækkelsestilstande.
Grein 1 í fosturtøkulógini frá 1956

Arbeitt verður fyri at avmarka talið av fosturtøkum. Neyðug ráðgeving, leiðbeining og hjálp eigur at verða veitt mammum/foreldrum í sambandi við barnsburð.
Úr samgonguskjalinum, undirskrivað 6 . juni av øllum formonnunum í samgonguflokkunum

Fakta: Fosturtøkur framdar í Føroyum
2002: 48
2001: 60
2000: 46
1999: 48
1998: 45

Kelda: Landslæknin