Magnus Tausen, stjóri fyri Nám
----
Síðan í 1985 hava Oggjaleikir verið fyriskipaðir. ”The friendly games” hevur verið slagorðið hjá Oyggjaleikunum, tí hugsanin var líka nógv vinalag sum kapping, tá ið alt byrjaði. Men sum frá er liðið, hava leikirnir ment seg ómetaliga nógv bæði í vavi og dygd, og ikki minst føroysku úrslitini, síðan Føroyar í 1987 vunnu sítt fyrsta gullheiðursmerki yvirhøvur. Tað vóru flogbóltskvinnurnar, sum megnaðu tað.
Fyri føroyska ítrótt undir einum eru Oyggjaleikirnir besti og størsti sýnisgluggin. Serliga tá ið hugsað verður um tær ítróttagreinir, sum fáa ikk so nógva rúmd og umtalu dagliga. Í eina viku annaðhvørt ár kunnu næstan allar ítróttagreinir sleppa framat í miðlunum. Tá síggja og hoyra vit um judo, borðtennis, badminton, fimleik, bogaskjóting osfr. Vit síggja okkara bestu ímóti sínum javnlíkum frá øðrum smáum oyggjasamfeløgum. Og tað heilt serliga er, at vit hava møguleika at vinna. Tað hava vit annars næstan ongantíð, tá ið okkara bestu skulu royna seg.
Fyri føroyska samleikan, hevur tað týdning, at okkurt bindur saman, tí tað er so ómetaliga nógv, sum skilir sundur, vísir tað seg. Hesa vikuna annaðhvørt ár, tá ið Oyggjaleikir eru, halda vit hvørki við Hoydal ella Holm Johannesen. Tá halda vit við Føroyum, og vit fara brádliga at vísa stóran áhgua í ítrótt, vit ongantíð hava sæð og enn minni roynt áður. Besta dømi um hetta, eg veit at siga frá, var tá ið leikirnir í 1999 á Gotlandi vóru av.
Afturkomin fall eg í prát við eldri konu í einum handli. Eg kendi ikki hana og hon heldur ikki meg, men hon segði mær, at hon ongantíð í lívinum hevði verið so spent. Hon hevði gingið og reikað um gólvið, tí frásøgnin frá kvinnufinaluni í flogbólti var so fangandi. Hon hevði ongantíð spælt flogbólt, men tað var líka mikið. Hon var spent, og hon var glað um úrslitið. At hugsa sær. Føroyar høvdu vunnið!
Síðan hesar leikirnar í 1999 hava føroysk kvinnulið í flogbólti staðið seg ómetaliga væl. Tær lærdu at vinna henda dagin í 99’, og tað er lærdómur, ið er týdningarmikil at taka við sær og lata víðari til tey, sum taka við eftir teg. Sama kann verða sagt um aðrar ítróttagreinir, sum nú hava tikið seg so langt fram, at Oyggjaleikir eru ikki longur ítróttaliga størsta avbjóðingin. Óført!
Í hesum døgum við nógvum at skeldast um á politiska leikvøllinum, kunnu vit fegnast um eitt gott kast, eitt plettskot, super smash ella hvat vit nú skulu kalla tað. Føroyar stuðla Oyggjaleikum í 2013 við einari heilari millión krónum. Tað tryggjar, at nógvar ítróttagreinir fara at umboða Føroyar á Bermuda, og tað leggur lunnar undir sterkum føroyskum Oyggjaleikaboði í 2017, 2019 ella nær ið tað verður. Greið politisk raðfesting, sum heilt víst fer at verða afturlønt fleirfalt.
Hetta ber boð um nýggj og margfeld føroysk ítróttabrøgd – kanska enntá á heimavølli um ikki so langa tíð. Tað skulu mangan nógv skeldaðu politikarar okkara rósast fyri!