Neymar er virðismiklasti spælarin

Cristiano Ronaldo er ikki í topp 10, men tað hevur sína orsøk

KPMG hevur gjørt árligu metingarnar av bestu fótbóltsspælarunum kring heimin. Niðurstøðan er, at 26 ára gamli Neymar Jr er virðismiklasti spælarin í krónum og oyrum. Hann verður mettur, at vera verdur 1,7 milliardir krónur.

 

Topp tíggju listin telur eisini spælarar sum Kylian Mbappe og Lionel Messi, ið verða mettir at verða verdir 1,6 og 1,5 milliardir krónur. Virðismiklasti spælarin í Premier League er Mohamed Salah, sum við sínum viðrið á 1,25 milliardir krónur er verdur eitt sindur meiri enn Harry Kane, Eden Hazard og Kevin De Bruyne.

 

Tað er ikki pláss fyri Cristiano Ronaldo á listanum, men hevur verið víst til aldurin. Portugisiska heimsstjørna í Juventus er blivin 34 ára gamal. Listin verður gjørdur eftir ávísum treytum, har aldur, tjóðskapur, eginleikar, pláss á vøllinum, atburður, miðla- og lýsingartekkð og sáttmáli spæla inn. Her er listin:

 

1. Neymar, PSG (1,7 milliardir krónur)

2. Kylian Mbappe, PSG (1,6 milliardir krónur)

3. Lionel Messi, Barcelona (1,5 milliardir krónur)

4. Mohamed Salah, Liverpool (1,25 milliardir krónur)

5. Harry Kane, Tottenham (1,12 milliardir krónur)

6. Eden Hazard, Chelsea (1,1 milliardir krónur)

7. Kevin De Bruyne, Man City (963 milliónir krónur)

8. Antoine Griezmann, Atletico Madrid (935 milliónir krónur)

9. Paul Pogba, Man United (888 milliónir krónur)

10. Philippe Coutinho, Barcelona (880 milliónir krónur)