Neyvan nakað russiskt innflutningsbann móti føroyskum fiskavørum

- Talan var helst um bluff undan samráðingunum um nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Tór Marni Weihe,

Kandidatlesandi í filosofi og russiskum máli og viðurskiftum

 

Herfyri kom russiski sendiharrin í Darnmark, Vladimir Barbin, við nøkrum hóttanum móti Føroyum. Hann segði m.a., at Russland kundi siga upp fiskiveiðuavtaluna við Føroyar, um ikki vit uppføra okkum ordiligt, og hann nevndi uppskotið um eitt innflutningsbann, sum russiski stovnurin Rosrybolovstvo, ið liggur undir russiska landbúnaðar- og fiskimálaráðnum, legði fyri stjórnina hjá Mikhail Misjustin, forsætisráðharra. Men hann segði onki, sum vit ikki vistu frammanundan – og tað uppskotið varð altso lagt fyri stjórnina longu í oktober. Onki er síðani hent. Hvussu skuldu hesar hóttanirnar skiljast? Í dag er mín meting, at hetta bara var vanlig "svørðglintan", sum eyðkennir russiskt diplomati. "Power projection" verður tað rópt á eingilskum. Faktist, so var hetta ein roynd at káva útyvir egið máttloysi. Fiskiveiðuavtalan verður ikki uppsøgd, og tað kemur heldur onki innflutningsbann móti føroyskum fiskavørum.

 

Russiska uttanríkistænasta er nevniliga úti í kuldanum í løtuni. Av tí at hann er nógv frammi, so halda nógv, at Sergej Lavrov, ið er russiskur uttanríkisráðharri, hevur nógv vald í Russlandi. Tað hevur hann tó ikki. Í grundini, so er alt uttanríkisráðið – og eisini uttanríkistænastan, ið hoyrir undir uttanríkisráðið – púra uttanfyri politiskt vald í løtuni. Lavrov var ein av teimum, ið royndi at tala Putin frá innrásini í Ukraina, uttan at tað eydnaðist. SVR, ið er russiska uttanríkisfregnartænastan, hevur heldur ikki serliga nógva ávirkan, meðan FSB, russiska trygdarløgreglan, ið fyrst og fremst tekur sær av innanríkis hóttanun, hevur øgiligt vald. Vit sóu t.d., stutt undan innrásini, at Sergej Narysjkin, ið er ovasti í SVR, varð alment eyðmýktur av Putin, tá ið hann av onkrari grund dummaði seg til ein almennan fund í trygdarráðnum. Fyrst segði hann, at kanska Russlandi átti at roynt samráðingarleistin eitt sindur longur; tá Putin háðandi spurdi hann, hvat hann helt fór at spyrjast burturúr samráðingum við tað svikaliga NATO, so svaraði hann, at hann tók undir við at "fólkalýveldini" í Ukraina (Donetsk og Luhansk) gjørdust partur av Russlandi. Tá mátti Putin alment rætta hann, tí at tað var ikki hetta, sum var til viðgerðar. Tað var bert spurningurin um, hvørt Russlandi skuldi viðurkenna teirra fullveldisyvirlýsingar – ongar ætlanir vóru um at lima tey inn í Russland.

 

Putin var sjálvur ovasti í FSB, áðrenn hann bleiv forsætismálaráðharri, og Nikolaj Patrusjev, sum í dag er skrivari í russiska trygdarráðnum, var eisini FSB ovasti. Hann er ein av heilt sentralu leikarunum í skipanini kring Putin, og ein av heykunum, ið hevur talað heitt fyri russiskari imperialismu og eggjað til innrásina í Ukraina. Tað var Patrusjev, ið gav boð um og syrgdi fyri, at leiðarin í Wagner-leiguherinum, Jevgenij Prigozjin, varð myrdur. Sonurin hjá Nikolaj Patrusjev, Dmitrij, ja hann er landbúnaðar- og fiskivinnuráðharri í Russlandi.

 

Ella jú, tað er jú hent, at Føroyar og Russland hava skrivað undir nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2024. Og tað er ikki onki. Meiri enn nakað annað, so avdúka hesa tómu hóttarnirnar hjá Vladimir Barbin hansara egna máttloysi – og máttloysi hjá allari russisku uttanríkistænastuni meiri yvirksipað.

 

Longu 23. desember í fjør skrivaði russiska telegramkanalin, Rybkhos, ið skrivar um fiskivinnu, soleiðis (umsett í eini handavending):

 

"Hugskotið um innflutningsforboð móti føroyskum fiskavørum vísti seg at vera bluff.

 

Síðst í oktober setti Rosrybolovstvo fram eitt slíkt uppskot. Grundgevingin fyri uppskotinum var góða, gamla orðingin: "sum eitt aftursvar til tess at verja russiska fiskivinnu”.

 

Men tað tykist sum um, at stovnurin gjørdi av at útinna í verki kendar orðingar úr "Krígskynstrið" eftir Lao Tzu (kend bók, ið m.a. vísir á týdningin at brúka villleiðing móti sínum fíggindum, tmw), og soleiðis ræða Føroyar við útlitunum til at missa ein stóran part av sínum útflutningi - sildi og makreli - ið russiskar fyritøkur keypa og virka.

 

Hetta ræddi Føroyar so mikið, at tær vóru meiri lagaligar, tá nýggj avtala skuldi undirskrivast fyri 2024. Kvoturnar eru í heila tikið minkaðar (orsaka av tilmælum frá ICES), men 'sínamillum' fiskiskapur heldur fram, hóast ótti var fyri, at Danmark fór at trýsta nýggjar avmarkingar móti russiskum fiskimonnum í gjøgnum. Føroyar hava prógva sítt sjálvstýri.

 

Vit minnast eisini, at Rosrybolovstvo í hesi tilgongdini beinanvegin loyp ótta á russiska fyritøkur, ið ikki eru minnið bundnar at føroyskari sild og føroyskum makreli. Vit tosa um 'Baltijskiij bereg', 'Russkoe more', 'Meridian' og aðrar. Av hesari orsøk noyddist Rybnij sojuz (“Fiskasamtakið”, eitt samtak, ið umboðar eini 30 russiskar fyritøkur, ið eru knýttar at fiskivinnuni, tmw) at leggja seg útí málið, og – bara fyri ein ordans skyld – fáa Rosrybolovstvo at taka sær betri partar fyri. Úrslitið var, sambært formanninum í Rybnij sojuz, Aleksandr Panin, at tað eydnaðist at fáa hetta málið loyst."

 

Eg havi ikki vitað, um eg skuldi hava álit á Rybkhos, so tí havi eg bíðað við at gera nakra niðurstøðu um hesa útleggininga. Men í dag haldi eg, at eg tori at geva teimum rætt. Tað verður onki innflutningsbann sett í verk móti føroyskum fiskavørum. Um nakað, so haldi eg hendan søgan eigur at siga okkum, at eisini Føroyar eru partur av einum hybridkríggið við Russland, har ið okkara handilssamstarv kann brúkast sum eitt amboð at leggja trýst á okkara myndugleikar at taka eina ávísa støðu.