"Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur sambært hesi lóg." Hetta var vanligt at síggja í løgtingslógum frá tí, vit fingu heimastýri í 1948, og frameftir. Landsstýrið var eitt nevndarstýri, og tað varð litið tí samlaða landsstýrinum upp í hendi at áseta nærri reglur. Tað var kortini hvør landsstýrismaður sær, sum skrivaði undir kunngerðirnar á sínum málsøki saman við skrivstovustjóranum ella einum fulltrúa.
Tá var skipanin soleiðis, at Løgtingið hevði partvíst umsitingarvald umframt lóggávuvald. Í mongum lógum stóð, at eitt mál, sum Landsstýrið avgreiddi, skuldi fyrst verða lagt fyri eina løgtingsnevnd til góðkenningar. Tær nevndir, sum høvdu størst umsitingarvald, vóru Fíggjarnevndin og Fiskivinnunevndin, sum nú kallast Vinnunevndin. Tað var næstan ikki lóg, sum viðvíkti hesum báðum málsøkjum, ið ikki legði ta treyt við, at ein avgerð hjá Landsstýrinum skuldi góðkennast í nevndini.
Henda skipan varð broytt við nýggju Stýrisskipanarlógini. Nú er tað Landsstýrið, sum hevur alt umsitingarvald, Løgtingið einki. Tað eru bara tvær samanblandingar av týdningi millum umsitingarvald og lóggávuvald í dag. Onnur er, at ein løgtingslóg kemur ikki í gildi, fyrr enn umsitingarleiðarin, løgmaður, hevur staðfest hana. Og hann kann eisini lata vera við at staðfesta hana. Hetta er samanblanding við lít og hevur einki við demokrati at gera. Tað er ein leivd frá tíðini, tá Danmark skifti frá einaveldi kongs til fólkaræði.
Hin er, at í løgtingslógum verður givið løgmanni ella landsstýrismanni heimild at áseta nærri reglur í kunngerð. Henda heimild er tó altíð avmarkað av tí, sum stendur í sjálvari lógini.
Sundurbýtið millum umsitingarvald og lóggávuvald er, so vítt eg veit, strangari í Føroyum enn eitt nú í Danmark.
Tað átti so eisini at havt við sær, at tær lógir, sum Løgtingið samtykkir, eru so neyvar sum gjørligt, og at minst møguligt verður litið landsstýrismanninum til at áseta í kunngerð.
Men mær tykir ikki, at Løgtingið enn hevur vant seg nóg mikið við ta nýggju Stýrisskipanina. Tað stendur framvegis í næstan hvørjari lóg, sum mangan er stutt orðað, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur. Eina ringast er í løgtingslógini um fiskidagaskipan. Har finst ein slík heimild næstan í hvørjari lógargrein, td:
"§ 17. Landsstýrið kann seta nærri reglur um, hvussu lógin verður framd og áseta gjald fyri fráboðanir og loyvir."
Ella í aðrari grein:
"Stk. 2. Fiskidagar kunnu avhendast í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið frá bólki 5, til hinar bólkarnar, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð."
Ella:
"§ 15 verður orðað soleiðis: § 15. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu avhendast í eitt ár í senn ella endaliga eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð".
Fiskidagalógin verður bert nevnd sum eitt dømi um, at Løgtingið í stórum stíli lítur heimildina at áseta nærri reglur upp í hendurnar á umsitingini.
Tað gav at bíta í trætuni um Victoriu lítlu. Í Løgtinginum var ósemja um, hvussu trong ella víð navnalógin skuldi vera. Tey, sum vildu hava hana víðari enn áður, vunnu í Tinginum. Men í lógini stendur, at "Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð."
Sostatt er tað eisini í hesum førinum litið landsstýrismanninum til at áseta nærri reglur. Landsstýrismaðurin og hansara umsitingin gjørdu eina kunngerð. Men tey, sum eiga Victoriu, hildu ikki, at samsvar var millum lóg og kunngerð, og tey løgdu spurningin fyri Løgtingsins Umboðsmann.
Hann gav teimum rætt og segði bart út, at landsstýrismaðurin var farin út um sínar heimildir. Síðani hevur landsstýrismaðurin sagt, at kunngerðin verður broytt, men tað skilst á lagnum, at ætlanin er eisini at fara aftur í Tingið við málinum.
Tað er helst neyðugt í mongum førum at hava møguleikan opnan fyri, at umsitingin kann áseta nærri reglur í kunngerð, tí annars gerast skipanirnar mangan ov stirvnar. Men nú, tá Løgtingið onga umsitingarliga ávirkan hevur - td í fiskivinnumálum - er neyðugt hjá Tinginum at gera neyvari lógir enn áður. Navnalóggávan er gott dømi um tað.
Verða lógirnar ikki gjørdar neyvari, endar tað við, at Landsstýrið situr við øllum valdinum og Løgtingið við lítlum og ongum.