NFÍ-nevndin broytt

Nevndin fyri Norðoyar Frítíðar- og Ítróttarráð er skorin niður í tríggjar nevndarlimir

 

Klaksvík: Á aðalfundinum há Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð her fyri var avgjørt at broyta nevndina í felagnum.

Framyvir verða trý fólk í nevndini fyri NFÍ, tí trupult hevur verið at manna eina nevnd við fimm limum.

Í nevndini hjá NFÍ sita Jan Gardar, sum er formaður, Símun Michael Sørensen og Nikolas Olsen.

? Nevndin hevur fyri tað mesta virkað sum trímannanevnd, hóast fimm limir hava verið valdir. Tí hava vit avgjørt at royna at arbeiða við trimum í nevndini, sigur Jan Gardar.


Norðoyastevnan

Størsta uppgávan hjá NFÍ er at skipa fyri norðoyastevnuni.

Í ár verður norðoyastevnan frá 8. til 10. juni, og í næstum fer NFÍ at kalla ymisku feløgini í Klaksvík saman til ein fyrireikandi fund um norðoyastevnuna.

? Vit ætla at tosa við feløgini fyri at vita, hvørjar ætlanir og hugskot til hava til norðoyastevnuna í ár, sigur Jan Gardar.