Í dag verður tann 46 ára gamli Willem Alexander krýndur kongur í Niðurlondum, og er hetta fyrstu ferð í 123 ár, at niðurlendingar hava kong. Willem Alexander er giftur argentinsku Maxima, sum nú verður drotning. Hon er sera avhildin í Niðurlondum.
Mamma krúnprinsin, Beatrix drotning, boðaði í fjør frá, at hon fór at leggja frá sær eftir 33 ár á trúnuni.
Roknað verður við, at fleiri milliónir fólk fara at fagna teimum nýggju kongshjúnunum og at takka Beatrix fyri hennara tíð á trúnuni.