Flutningsmálaráðið í Niðurlondum hevur gjørt av at lata trý ferðamannaflogfør sleppa á flog av Schiphol-flogvøllinum í Amsterdam til New York, Dubai og Shanghai. Niðurlendski flutningsmálaráðharrin, Camiel Eurlings, sigur við fjølmiðlarnar, at avgerðin at lata flogførini sleppa á flog er lið í ætlanini hjá ES at lata tað evropeiska loftrúmið uppaftur.
Flogfeløgini í Evropa hava lagt trýst á myndugleikarnar fyri at fáa tey at loyva flogførunum aftur á flog.
Feløgini siga seg hava mist umleið 1,7 milliard krónur, síðani øskan úr Íslandi stongdi loftrúmið í Norður- og Vesturevropa.