Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell stóð framúr væl í málinum hjá KA, ið vann 33-30 á HK á heimavølli á Akureyri í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. Nicholas bjargaði heili 20 atsóknum hjá HK. KA var á odda 19-18 í steðginum.
Pætur Mikkjalsson skoraði tvey mál og Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA, ið nú hevur vunnið seg upp á sera týðandi áttanda plássið sum gevur rætt til at spæla í endaspælinum.
Dánjal Ragnarsson skoraði aftur fýra mál fyri lið sítt, ÍBV sum á heimavølli vann 27-23 á Víkingi. ÍBV var á odda 14-13 í steðginum. Dánjal hevur skorað fýra mál í fleiri dystum á rað fyri ÍBV, og tað boðar frá góðum.
Seinasti dysturin hjá ÍBV undan veterarsteðginum verður á heimavølli móti Stjørnuni komandi fríggjakvøld. Sama kvøld spælir ÍBV á útivølli móti Víkingi.
Nr. | Dystir | Málmunur | Stig |
FH | 12 | 340:305 | 18 |
Haukar | 12 | 358:324 | 18 |
ÍBV | 12 | 367:355 | 17 |
Stjarnan | 12 | 356:349 | 16 |
Valur | 11 | 312:280 | 16 |
Selfoss | 12 | 314:308 | 13 |
Afturelding | 12 | 342:335 | 12 |
KA | 12 | 336:353 | 10 |
Fram | 11 | 312:315 | 10 |
Grótta | 11 | 293:301 | 7 |
Víkingur | 12 | 271:338 | 2 |
HK | 11 | 289:327 | 1 |