Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA vunnu í dag góðan sigur á útivølli á næstfremsta liðnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Fram.
KA vann 31-30 á Fram. Tá tríggir minuttir var KA á odda 31-27. KA skoraði trý mál, KA misnýtti eitt brotskast, og so fór Fram í álop fyri at javna til 31-31. Men lukkutíð fyri KA eydnaðist tað ikki Fram at javna til 31-31.
Í steðginum var KA á odda 15-14.
Nicholas Satchwell hevði 11 bjargingar í málinum hjá KA í dag. Kappingarneytin, Bruno Bernat hevði heili 18 bjargingar. Allan Norðberg er uttanfyri við einum skaða.
KA er nú nummar átta av teimum 12 liðunum í deildini við átta stigum. Sigurin í dag gav nakað av luft niður til aftastu liðini. Týðandi er at enda millum átta tey ovastu í grundspælinum. Átta tey fremstu liðini fara víðari til endaspælið.
27. november verður føroyingauppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, tá liðið hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus, ÍBV tekur móti KA á heimavølli.