Í dag, hósdagin 5. oktober, verður Niclas Davidsen á Toftum 50 ár. Kring landið er Niclas kendur sum formaður í Tofta Ítróttarfelag mongu tey seinastu árini.
Niclas er toftamaður. Foreldrini eru Henny fødd Højgaard og ættað úr Rituvík, og Arnhold Davidsen, sum var ættaður av Kvíggjarheyggi á Nesi. Arnhold doyði 17. september í 2004. Børnini hjá Henny og Arnhold eru Aloma, Hanus, Niclas, Annika, Harda og Fróði. Hanus og Harda búgva í Havn, Fróði býr í Saltangará, og hini búgva á Toftum.
Barnaheimið hjá Niclasi er í miðdeplinum í bygdini. Niclas spældi í fjøru og haga, og tað var tíðliga, at hann tók við ábyrgd. Hann lærdi í smiðjuni hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði, har Arni Højgaard á Toftum var meistari. So fór hann til Havnar at ganga í maskinmeistaraskúla. Okkurt stutt skifti var hann til skips, men arbeiðslívið hevur so at siga alt sum tað er verið á landi.
Í fleiri ár arbeiddi Niclas hjá Landsverki á Lambareiði, og síðani uppboðssølan á Toftum sá dagsins ljós, hevur Niclas havt ábyrgdina av landingini, og tað hevur hann framvegis.
Niclas róði kapp, hann var kringur fimleikari í Støkk, og hann var við frá tí fyrsta, tá ið toftamenn hildu seg til at spæla fótbólt í 1972. Síðani 1982 hevur Niclas verið formaður í Tofta Ítróttarfelag. Longu í 1973 tók hann sum 16 ára gamal við ábyrgd av fótbóltinum, og síðani tá hevur hann kent ábyrgd fyri ítróttarfelagnum.
Mest sum alla staðni kring landið er tað soleiðis, at kommunurnar eiga og reka ítróttarøkini. Soleiðis er tað ikki á Toftum. Har eigur og rekur ítróttarfelagið við stuðli frá kommununi ítróttarøkið á Svangaskarði.
Tá ið toftamenn fóru at spæla fótbólt, var eingin vøllur á Toftum. Niclas gekk á odda, tá ið teir fóru í holtur við vøllin. Virksemið hevur verið stórt á Svangaskarði. Felagið bygdi hús, legði graslíki á vøllin, gjørdi økið til frælsan ítrótt í sambandi við Oyggjaleikirnar í 1989, syrgdi fyri grasvølli við áskoðaraplássum og bygdi í tí sambandinum nýggj hús.
Í øllum hesum hevur Niclas verið undangongumaðurin, sum hevur nýtt ófatuliga nógva tíð og orku upp á ítróttarfelagið.
Niclas ger ikki nógv ella rættari einki burturúr sær sjálvum. Men hann er treiskur og miðvísur, sinniliga javnvágin er góð, og hann hevur ógvuliga gott hegni at fáast við fólk. Í Nes kommunu hava tey staðið saman um stóru tøkini á Svangaskarði, sum ítróttarfelagið sjálvt ofta hevur tikið, og Niclas hevur átt nógvar hollar stuðlar. Men tað hevði ikki verið so stórt virksemi og byggjarí, um tað ikki var ein, sum dugdi at síggja og samskipaði soleiðis, at nytta fekst burturúr evnunum og virkisfýsninum.
Niclas er giftur Sally fødd Hammer og ættað av Toftum. Børnini eru Pól Knút, Hansy, Arnhold og Nina. Konan hevur bakkað hann upp í virkseminum, sum Niclas hevur verið og er uppií, og hann hevur eisini fingið góðan stuðul úr barnaheiminum.
Niclas er trúgvur kirkjugangari. Hann hevur nógvu tey seinastu árini verið limur í kirkjuráðnum, og hann var eldhugaður fyri at fáa Fríðrikskirkjuna bygda,
50 ára føðingardagurin verður hildin á Svangaskarði leygardagin klokkan 7, har øll eru hjartaliga væl komin.
-J