Í roynd og veru eru tað ikki bøndurnir, sum gera av hvør hevur rætt at ganga í haganum. Tað er niðurstøðan, nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur svarað einum spurningi frá Aksel V. Johannesen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.
Landsstýrismaðurin sigur, at eftir girðingrlógini hava tey, sum ikki eiga í einum haga, bara loyvi at ganga eftir bygdagøtunum. Men tað merkir ikki, at gongd í haga er ein rættur, sum bøndur hava ræði á, soleiðis at teir kunnu loyva fólki í hagan - enntá ímóti gjaldi.
Tá ið tær gomlu bygdagøturnar vórðu traðkaðar í sínari tíð, var tað ikki tí at tað var forboðið at ganga aðrastaðni, Tvørtur ímóti vórðu tær lagdar har tað var høgligast at ganga ímillum bygdirnar. Tá ið rætturin at ferðast í haganum seinni varð avmarkaður til bygdagøturnar við lóg, var tað serliga fyri at geva seyðinum frið og fyri at forða fyri stuldri. Tað var, at kalla, bara loyvt at gera undantøk í sambandi við torvskurð.
Helgi Abrahamsen sigur, at tá ið hagalógin frá 1866 varð fyrireikað, varð møguleikin umrøddur at geva jarðareigarum ræði á, hvør skuldi hava rætt at fara í hagan, men tað vann ikki frama. Í staðin varð tað ásett hagalógin út í æsir, hvat gongd skuldi vera loyvd í haganum.
Og har stendur, at ongin, sum ikki hevur beinleiðis heimild til tað í sjálvari lógini, hevur loyvi at ganga í einum fremmandum haga uttan eftir beinari bygdagøtu. Nøkur fá undantøk eru í sambadi við torvskurð, og annað, men tað var ólógligt at gera fleiri undantøk enn tey, sum eru nevnd í sjálvari lógini.
Lógin gevur sostatt ikki bøndrum rætt til at gera av, hvør skal sleppa í hagan, men hinvegin er tað ásett út í æsir, nær ið slík gongd er loyvd.
Hinvegin hava Føroyingar, í nógv áratíggjur, í góðari trúgv ferðast at kalla frítt í haganum uttan at nakar hevur mótmælt. Forboðið í girðingarlógini hevur, at kalla, ikki verið hildi, og sostatt kann forboðið verða burturdottið. Treytirnar fyri at tað er burturdottið, eru, at ein rættarsiðvenja er íkomin, og at talan er um eina atferð, sum fólk vanliga hava fylgt, bæði støðugt og leingi, við tí sannføring, at tey hava rætt til tað. Men tað er ein spurningur, rættarskipanin má taka støðu til, sigur Helgi Abrahamsen.
– At jarðareigarar av sínum eintingum eru farnir at seta forðingar upp fyri at nokta fólki at fara í hagan, uttan at goldið verður fyri tað, er hinvegin ein nýggjur siður við bara heilt fáum árum á baki. Slíkar gjaldskipanir eru brot á girðingarlógina, sum ikki gevur jarðareigarum heimild at sleppa fólki í hagan tí eftir lógini er tað forboðið, sigur landsstýrismaðurin.
Gongd í fremmandum haga hevur í øldir verið skipað út í æsir við lóg. Tí hava jarðareigarar ikki havt ræði á slíkari gongd, og tí bendir nógv á, at jarðareigarar, sum sleppa fólki í hagan móti gjaldi, bæði bróta girðingarlógina og taka sær ein rætt, sum lóggávan ikki gevur teimum, er niðurstøðan hjá Helga Abrahamsen.
– Samanumtikið er greitt, at ósamsvarið ímillum lógina øðrumegin, og siðvenjuna hinumegin, sum hevur valdað í heilt nógv ár, má greiðast og hetta eigur at verða gjørt við lóg, sigur landsstýrismaðurin.