Niels Áki er danskur meistri

Fyri at sleppa í rætta vektklassanum er hann seinastu vikurnar farin fimm kilo aftur

Niels Áki Mørk úr Havn hevur í dag vunnið danmarksmeistaraheitið í vektlyfting. At vinna DM er ikki nýtt hjá Niels Áka, tí trý tey seinastu árini hevur hann vunnið DM fyri juniorar. Í dag eydnaðist tað honum at vinna danska meistaraheitið millum tey vaksnu.

 

Pápin, Jákup Mørk, greiðir soleiðis frá, hvussu sonurin fyrireikaði seg til DM kappingina:

 

Fyri at koma ein vektflokk niður, er hann lætnaður fimm kilo, og tað er ikki bara, bara.

 

Ja, speakarin til stroymingina helt, at tað var næstan ómenniskjaligt, tá tú bara vigar 66 kilo frammanundan.

 

Men tvørur er hann sum ber ólukkan, so hann hevur hildið vektina nóg lága alla tiðina, og mest sum einki er farið av styrkini fyri tað.

 

96 kilo í trekk og 110 kilo í vend og stoyt var úrtøkan, og tað var so ríkiligt til gull í vektflokkinum og nýtt persónligt met í sinclair-stigum.