Niels Jensen sýnir fram í Smiðjuni

Í døgunum fríggjadagin 14. juni – týsdagin 18. juni verður framsýning hjá Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík

Tíðindaskriv

 

Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini verða bæði málningar og koltekningar. Myndaevnini eru ymisk, alt frá bókum til mánalýsi.

 

Niels hevur sýnt fram í Smiðjuni fleiri ferðir áður, og eisini hevur hann luttikið á framsýningum í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum. 

Framsýningin letur upp fríggjadagin 14. juni klokkan 14, og verður hon opin til og við týsdagin 18. juni.

##med2##

##med3##

##med4##

Upplatingartíðirnar eru hesar: 

Fríggjadagin: 14-20

Leygardagin: 12-20

Sunnudagin: 12-20

Mánadagin 14-20

Týsdagin: 14-20