Leygardagin bórust deyðsboðini av fólkakæra sangaranum í Fuglafirði, Niels Midjord.
Hann var fuglfirðingur, uppvaksin í Fuglafirði, útbúgving arkitektur og læarari. Hann starvaðist í mong ár sum lærari í Fuglafirði.
Av arkitektauppgávum kann nevnast Mentanarhúsið í Fuglafirði, og hann hevði eisini eitt uppskot um nýggja kirkju í Fuglafirði, tá nýggj kirkja varð bygd í áttatiárunum.
Hann var kendur fyri skemtiligar sangir sum eitt nú »Mín grái Fordur«, men hevur eisini framført meira siðbundan tónleik og sungið kingosálmar.
##med2##
Í 2009 gav hann út fløgu saman við Lív Næs.
Í 2012 útgav Lív Næs sína egnu fløgu, Niels Midjord syngur ein av sangunum Mín lynglitta lá saman við henni.
Í 2013 útgav hann tulkingar av Leonard Cohen, sum hann seng saman við Nicolinu Magnusardóttir Friang.
2010 Bingo. Niels syngur Gunleif live.
2009 Tú skalt eiga morgindagin. Niels Midjord & Lív Næs tulka Alf Proysen.
2013 Leonard Cohen tulkingar.
2016 Faðir vár. Niels Midjord og Eilin Hansen framføra.
2018 Bíbilskar vísur og katekismussangir. Niels Midjord og Eilin Hansen framføra.