TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við liðskiparan hjá EB/Streymi, Niels Paula B. Danielsen, aftaná 1-2 tapið hjá EB/Streymi ímóti FC Suðuroy suðuri í Vági.
Niels Pauli er vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at fáa trý stig í Vági. Hann iðrar seg um afturvendandi trupuleikan hjá EB/Streymi at umseta málmøguleikar til mál. Leikliga heldur hann, at enn manglar nakað, og liðið gúppar heldur nógv, heldur enn at spæla bóltin.