Niels Petur Nolsøe 60 ár

Í dag, mikudagin 23. februar, fyllir Niels Petur Nolsøe, lærari í Vági, 60
ár.

Niels Petur er sonur Jenny f. Jacobsen, av Nesi í Vági, og Jens Mohr Nolsøe
av Tvøroyri. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Vági síðan tá.

Niels Petur hevur havt stóran áhuga fyri ítrótti, og serliga kappróðurin hevur
fylt nógv. Sjálvur hevur hann róð kapp í fleiri ár, umframt at hann eisini
hevur verið formaður í Vágs Kappróðrarfelag.

Eisini hevur hann altíð havt stóran áhuga fyri djórum, og hevur hann í nógv
ár havt seyðahald. Síðani 1971 hevur hann ført statistikk yvir hvønn einasta
seyð, sum hann hevur havt.

Niels Petur hevur heilt frá ungum árum havt góðar gávur til at yrkja. Undir
dulnevninum "NePtuN" hevur hann gjørt nógvar tættir og yrkingar til
ymisk høvi, sum t.d. V-4 sendingarnar hjá Útvarpi Føroya og ymsar
merkisdagar. Áhugin fyri at yrkja byrjaði, tá hann gekk á Læraraskúla. Talið
av yrkingum var nú vorðið so stórt og rúgvismikið, at hann fyri stuttum gav
hann út yrkingarsavnið "Smátúgvur". Serliga er tað náttúran sum hugtekur hann, og tí eru nógvar yrkingar um okkara vakra land. Sangir sum "Heimbygdin", "Ryskjudalur" og "VB-sangurin" hava verið nógv at hoyrt í útvarpinum.

Niels Petur er eisini kendur fyri at undirhalda til veitslur og tílíkt. Í
eini 35 ár hevur hann saman við Robert Mc Birnie og (Goya) Petur Nolsøe,
undirhildið vágbingum og suðuroyingum til nýttárshaldið í Vági, sum er
tiltikið. Harumframt hevur hann eisini skemta í mangari veitslu norðanfjørðs.

Niels Petur stóð fyri Vágs Kvøldskúla frá 1977-92 og var limur í býraðnum í Vági frá 1975-76.

Saman við Hannu, f. Jacobsen, eigur hann børnini Bjartur, Rúna og Rakul.
Niels Petur er giftur Sólvu, sum arbeiðir sum hárfríðkanarkvinna í Vági.