Tilburðurin í gjárkvøldið, har ein maður er skuldsettur fyri at hava dripið ein annan mann, er tað níggjunda manndrápið í Føroyum seinastu hálvu øldina – og tað triðja morðið hesu megin aldaskiftið.
Fyrsta skrásetta morðið eftir seinna heimsbardaga var í Havn í 1967:
1. morðið:
1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið øvundsjúka, har maðurin skeyt seg sjálvan eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv.
2. og 3. morðið:
1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin doyðu.
4. morðið:
1979: Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld.
5. morðið:
1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttanfyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana.
6. morðið:
1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð.
7. morðið:
2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og er hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð.
8. morðið:
Sambært løgregluni er einki frætt frá Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi, síðani fríggjanáttina 4. november 2011 umleið klokkan 3. Ein maður verður dømdur 14 ára fongsul fyri manndráp. Líkið verður ikki funnið.
9. morðið:
Tilburðurin í Havn í gjár, tá løgreglan skuldsetti ein 68 ára gamlan mann fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann.
Lesið eisini Maður skuldsettur fyri morð í Havn
Fleiri myndir eru í myndatemaVIÐ AT TRÝSTA HER