TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1 gjørdi við landsliðsmálverjan, Niklas Simonsen sum er annar málverji hjá TMS Tønder.
TMS Tønder er í spennandi uppflytingarstríði í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í løtuni er TMS Tønder nummar tvey við 35 stigum, men trý stig eru upp til oddaliðið Fredericia.
Tað er bert liðið sum endar á fyrsta plássi, ið flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý spæla best av trimum, og vinnarin spælir ímóti næstringasta liðnum í bestu deildini.
Niklas Simonsen er ikki so bjartskygdur um at vinna fyrsta plássið í næstbestu deildini. Hann roknar við, at TMS Tønder má út í nakrar dystir ímóti Skive, ið er á triðja plássi í næstbestu deildini fyri at at kunna vinna sær møguleikan at spæla um uppflyting til bestu deildina.
Sjúrður og Niklas umrøddu eisini komandi EM-uppgávurnar ímóti Ukraina á útivølli og á heimavølli ávikavist 10. og 13. apríl.
Støðan (dhf.dk)
D | V | J | T | Málmunur | |||
1 | Fredericia | 22 | 19 | 0 | 3 | 642 - 542 | 38 |
2 | Tønder | 22 | 17 | 1 | 4 | 658 - 583 | 35 |
3 | Skive | 22 | 15 | 1 | 6 | 702 - 632 | 31 |
4 | Team Sydhavsøerne | 22 | 14 | 0 | 8 | 616 - 564 | 28 |
5 | Ajax | 22 | 12 | 3 | 7 | 628 - 600 | 27 |
6 | Odder | 22 | 12 | 3 | 7 | 617 - 612 | 27 |
7 | HØJ | 22 | 10 | 2 | 10 | 629 - 631 | 22 |
8 | Otterup HK | 22 | 10 | 1 | 11 | 635 - 622 | 21 |
9 | Stoholm | 22 | 8 | 2 | 12 | 507 - 544 | 18 |
10 | HEI, Skæring | 22 | 8 | 1 | 13 | 586 - 612 | 17 |
11 | Frederikshavn FI | 22 | 8 | 1 | 13 | 570 - 605 | 17 |
12 | HC Odense | 22 | 5 | 2 | 15 | 576 - 611 | 12 |
13 | Randers HH | 22 | 5 | 2 | 15 | 591 - 674 | 12 |
14 | Køge | 22 | 1 | 1 | 20 | 543 - 668 | 3 |