Ninna: Vit vóru sera uppsettar

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Ninnu K. Johansen sum skoraði fýra mál ímóti Litava

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fýramálsskjúttan, Ninnu K. Johansen beinleiðis á FM1 aftaná 25-21 (15-11) sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum á Litava í HM-undankappingini í Sveis.

 

Ninna K. Johansen stórfegnast um, at føroyska liðið fekk uppreisn aftaná slakari avrikið ímóti Finnlandi ígjár, tá føroyska liðið tapti 19-22 (12-10) ímóti Finnlandi.

 

- Eg eri megaglað, sigur Ninna K. Johansen sum undirstrikar hvussu týdningarmikið tað var hjá henni og liðfeløgunum at koma uppaftur aftaná tapið ímóti Finnlandi ígjár.

 

- Vit vóru sera uppsettar í steðginum, at tað sama skuldi ikki henda í dag sum hendi ímóti Finnlandi, greiðir Ninna K. Johansen frá. 

 

Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar ímóti Sveis sum er vertstjóðin. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.