Njál Djurhuus fer at hava framløgu á GLS-ráðstevnuni

Stóra leiðsluráðstevnan, The Global Leadership Summit (GLS), verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 11. januar og leygardagin 12. januar 2013.

Fyri fyrstu ferð á GLS í Føroyum, verður ein live-samrøða á skránni, og er tað kendi føroyingurin í Norra, Njál Mackay Djurhuus, majorur hjá Frelsunarherinum, ið verður gestur á GLS. Njál hevur tænt í 50 ár hjá Frelsunarherinum í norska høvuðsstaðnum, Oslo, og hann hevur fingið gullheiðursmerki frá Haraldi kongi fyri sítt høgt virda arbeiði millum heimleys og rúsevnismisnýtarar í Oslo.

Á ráðstevnuni verða eisini ein rúgva av fyrilestrum, ið verða hildnir av dugnaligum leiðarum. Tað ber til at hoyra bestu fyrilestrarnar frá ráðstevnuni í USA á stórskíggja. Bæði mynda- og ljóðgóðska er í topp. Harafturat eru allir fyrilestrarnir tekstaðir til føroyskt.

Í morgun var ein samrøða við formannin í GLS í Føroyum, Rúna Rasmussen.

Tað ber til at hoyra samrøðuna við Rúna Rasmussen undir greinini.