NJC nýggjan leiðara

Nevndarformaðurin fyri Nordisk Journalistcenter er fyribils settur sum leiðari árið út. Hann hevur virkað sum leiðari, síðani Birgir Kruse fór úr starvinum

Norðmaðurin Lars Helge Rasch hevur tikið við sum leiðari á Nordisk Journlistcenter (NJC) í Århus. Hann er fyribils settur í starvið árið út
Lars Helge Rasch hevur seinasta árið verið nevndarformaður í NJC, og síðani Birgir Kruse varð koyrdur úr starvinum sum leiðari fyri NJC, hevur Lars Helge Rasch verið virkandi leiðari.
Nú hava stýrið fyri NJC og Norðurlendska Ráðharraráðið sett hann sum fyribils leiðara árið út. Hesa tíðina verður hann vanligur nevndarlimur í stýrinum fyri NJC, og nýggjur formaður er Rino Rotevatn úr Svøríki. Stýrið hevur eisini fingið nýggjan næstformann, og tað er Fred Jacobsen úr Danmark.

Umdømi ongan stóran skaða
Fyrsta uppgávan hjá Lars helge Rasch verður at fáa virksemið á NJC í fasta legu aftur.
? Tað týdningarmesta er at hava virksemið hjá NJC koyrandi í 2005 og at leggja til rættis skeið fyri 2006. Vit eru komin eitt sindur afturúr orsaka av málinum við Birgir Kruse, sigur Lars Helge Rasch.
? Vit halda ikki, at umdømi hjá NJC hevur fingið nakran stóran skaða av málinum, og áhugin fyri at luttaka á skeiðunum hjá okkum er líka stórur í ár, sum hann hevur verið áður, sigur hann.
Lars Helge Rasch skal ikki starvast á NJC í Århus, men hann kemur at leiða NJC úr Kristiansand, har hann hevur starvast fyri NRK síðani 1986.