Nobel fær Kina at keypa laks úr Føroyum

Føroyski útflutningurin av laksi til Kina vaks sera nógv í fjør. Ein orsøk til hetta kann vera norska Nobelnevndin.

Sambært FiskeribladetFiskaren var tað friðarheiðurslønin til kinesisku Liu Xiaobo í 2010 sum lat marknaðin upp fyri føroyskum laksi til henda stóra og skjótt vaksandi marknaðin.

- Noreg má bara geva fleiri friðarheiðurslønir til Kina, sigur ein føroysk kelda við blaðið.

Fram til 2011 seldu vit laks hagar fyri millum 1 og 4 norskar milliónir krónur. Men eftir alt stríðið um friðarheiðurslønina og fylgjandi boykott – um ein sær tað við kinverskum eygum – er útflutningurin vaksin sera nógv.

Í fjør seldu vit fyri einar 78 mió norskar krónur av laksi, sum so líðandi er vorðin millum týdningarmestu marknaðum okkara.

- Kina leitaði sær eftir øðrum fiskasløgum, eftir at hann norski fiskurin varð útihýstur, váttar stjórin í Marine Harvest í Føroyum, Hans Jákup Mikkelsen fyri blaðnum.

Norski útflutningurin hagar minkaði rættiliga nógv, men hevur í ár tikið seg spakuliga fram aftur.