Nobelprísvinnari í búskapi: Vit eru á veg inn í triðju depressiónina

Resessiónir eru vanligar, meðan depressióni eru sjáldnar. Amerikanski nobelprísvinnarin í búskapi, Paul Krugman, óttast at heimsbúskapurin er á veg inni í ta triðju depressiónina. - Eg óttist, at vit nú er inni í innleiðandi skeiðnum av einari triðju fíggjarligari depressión, skrivar Paul Krugmann í einari grein í New York Times.

Krugman samanber núverandi gongdina við tvey onnur tíðarskeið við depressiónum í búskapinum, har tann fyrsta depressiónin, sum eisini verður kallað tann langa depressiónin, var í árunum 1873 til 1895, meðan tann seinna depressiónin, ?tann stóra? var eftir Wall Street krakkið í 1929 til 1931.

Tann langa depressiónin var sambært Krugman merkt av nógum árum við minking av peningi í umfer og óstøðugleika, meðan stóra depressiónin varð merkt av hópvesaladómi.

Báðar depressiónirnar vórðu merktar við, at ávegis í gongdini vóru tíðarskeið við minni uppsvingum, men at tíðarskeiðini við vøkstri ikki vóru nokk til at hála búskapin upp úr depressiónini.

Sambært Krugmann er orsøkin til, at tað er komið hartil at heimsbúskapurin stendur á markinum við eitt hóttafall, politiskir feilir, tá heimsins leiðarar eru meira upptiknir av at stríðnum við inflatión og fíggjarlógarskerjingum, enn tí veruligu hóttaninui, sum er deflatión og hóparbeiðsloysi.

- Tann triðja fíggjarliga depressiónn verður í høvuðsheitum orsakað av politiskum feilum. Í øllum heiminum, sum vit eisini upplivdu á G20-fundinum um vikuskiftið, eru stjórnirnar helsettar av inflatión, har veruliga hóttanin er deflatión, har politikarar prædika tørvin á at tátta reimina inn, meðan veruligi trupulleikin eru vantandi íløgur, skrivar Paul Krugmann í New York Times.

Sambært Paul Krugmann sá tað í 2008 og 2009 út til at heimurin hevði lært av tíðarinnar kreppum, við at leiðararnir í amerikanska og evropeiska miðbankanum lækkaðu renturnar, eins og politikarar loyvdu halli á fíggjarlógunum.

Hetta hevur sambært Paul Krugmann bjagað heiminum frá fullkomiliga at smokka saman, har recessiónin av fíggjarkreppuni í USA endaði farna summar.

- Men framtíðarinnar søgufólk fara at fortelja okkum, at hetta ikki var endin á triðju depressiónini, skrivar Krugmann og ávarar móti høgum langtíðararbeiðsloysi.

- Bæði USA og Evropa eru væl á veg inn í eina deflatiónsfellu, sum minnir um ta japansku, skrivar Krugmann.

Krugmann staðfestir, at politikarar hava ikki viðurkent at teir ikki hava gjørt nokk til at fremja vøkstur, og serliga teir evropeisku politikararnir fáa eitt skot fyri at verða ov ortodoksir ella religiøsir í mun til at fáa javnvág á fíggjarlógirnar.

- Og hvør er tað, sum kemur at gjalda prísin fyri henda sigur til teir ortodoksu? Svarið er milliónir av arbeiðsleysum, harav mong fara at ganga arbeiðsleys í fleiri ár og nøkur av teimum ongantíð fara ongantíð at fáa eitt arbeiði aftur, skrivar Krugmann.

Kelda: Børsen